So sloppu vit ikki undan longur og eg sum byrjaði at halda at vit øll vóru imun 🙈 Eg fekk knappuliga hug at skriva nakrir tankar niður og blogga aftur, so her fáa tit eina hugleiðing frá mær og samstundis tekningar tit sjálvi kunnu printa út og leggja litir til.
Read MoreSo hava vit aftur gjørt matplan og orna innkeyp hesa vikuna. Í síðstu viku vóru vit eitt sindur for sløv, so tá kom ongantíð nøkur verulig matplan + vit vóru ikki heima alt vikuskiftið.
Í morgun havi eg so aftur gjørt matplan og innkeypslista, so kundi John keypa inn á veg heim.
Read MoreVit hava verið eitt romantiskt vikuskiftið í Havn, also tað vil siga, Eg & John + Maja Lý - tí hon er ikki orduliga við upp á at nakar annar enn vit hava hana enn. Aftaná eitt hart ár við alt ov ringari heilsu, óheldigum upplivingum og hópin av stress, so hildu vit tað var tíð upp á at taka eitt vikuskiftið burtur frá allari gerandis ábyrgd har heima. Vit høvdu brúk fyri at lada battartíini og finna okkum sjálvið og hvønn annan aftur.
Read MoreNú corona aftur herjar um landið, so eru vit farin aftur á gamlar gøtur. Vit hava nemmuliga fingið okkum matplan aftur, hettar fyri at sleppa undan óneyðuga nógvum innkeypum og samstundis spara vit eina rúgvu av peningi.
Read MoreSo fingu vit enduliga broytt stovuna eitt sindur. Eg havi leingi gingið ogn hugsa um at broyta stovuna og fáa hana meira hugnaliga, serliga við at fáa onkrar litir inn og betri ljós. Tað er ótrúðligt hvussu stóran mun nýggjar lampur kunnu gerða ha?
Hettar innleggi er gjørt í samstarv við Byggibúðina hjá Bygma Balslev.
Read MoreSamvitskan er ikki so heilt ring heldur av tí, at kúlurnar ikki eru tær ósunnastu. Og nú tá alt helst skal vera eitt sindur “sunnari” fyrst í árinum, so helt eg, at hetta var eitt sera góður møguleiki at koma við hesari uppskriftini!
Read MoreSo vóru vit enduliga heima, við okkara lítlu Maju Lý og tað er fantastiskt! Av hjartað takk fyri allar tykkara fittu viðmerkingar og privatu boð, tað fløvir og hevur hjálpt okkum væl ígjøgnum eina kensluborna tíð. Tað er so deiligt at kunna deila tilveruna og tankarnir við tykkum, serliga tá tað eru so nógv sum tíma at fylgja við á blogginum.
Read MoreNú hava vit verið fast inventar á Landsjúkrahúsinum í nærum 3 vikur og hóast tað sjálvandi er av eini fantastiskari orsøk, so eru vit so smátt byrjaði at troyttast og gleða okkum bara at koma heim. Ikki tí, hóast fysisku karmarnir á føðideildini eru alt annað enn góðir, so eru tað starvsfólkini sum lyfta stovnin á eitt hægri støði. Øll eru líka fitt, umhugsin og gera sítt besta til at skapað ein heimligan stemmning á deildini.
Hesin bloggur er skrivaður í samstarv við prull.fo.
Read MoreOlafsdóttir ynskir øllum sínum fylgjarum, samstarvsfelgum, kundum, familju, vinum og kenningum eini Gleðilig Jól!
Ársins jólaheilsan verður send av føðideildini á Landsjúkrahúsinum, ið hevur verið okkara heim nú í tvær vikur. Eini annaðleiðis og heilt serlig jól - tí vit hava fingið tí bestu jólagávuna
Read MoreAlso also hvat hettar kennist óveruligt, enduliga at vera blivin foreldur. Hóast vit sjálvandi vistu at tað fór at vera nakað heilt serligt, gleddu okkum ómetaliga nógv og hava verið full í kenslum upp undir tað heila - so er hettar er ein kensla, sum upp á ongan máta kann forklárast. Lítla prinsessan hevur longu fingið navn og eitur:
Read MoreSo var hon her ! Okkara pinku lítla bráa gella - góðar 6 vikur áðrenn tíð.
Lítið vistu vit tá vit fóru í song fyri júst eini viku síðan, við hópin av ætlanum fyri komandi vikuna áðrenn jól, hvussu næsta vikan kom at síggja út. Hósmorgunin endaði eg við sjúkrabili til havnar, lítla diddan vildi út og tað skuldi vera nú.
Read MoreSo vóru vit í desembur og jólini nærkast alvorliga. Fyri meg er jólamánaðurin nakað annaðleiðis enn hann plagar, einki res, einki stress og ongar villar planir í ár 😱 Eg eri nemmuliga blivin sjúkramelda/ farin í barsil. So desembur listin í ár er nakað annaðleiðis enn hann plagar
Read MoreSo er tann tíðin á árinum aftur, tíðin við jólahugna og ikki minst jóla køkum - fyri meg merkir hettar uttan yva siropskøkur. Eg elski siropskøkur, serliga tá tær eru heimabakaðar og angin er um alt húsið - TAÐ er jól fyri meg. Í ár havi eg snýtt eitt lítið sindur og gjørt deiggi í góðari tíð
Read MoreSo var enduliga tíð til eina Giveaway aftur á blogginum og hesaferð er tað til tey minstu at tú kanst vinna ein Olaf bodystock úr 100 % bummull frá Olafsdóttir.
Read MoreBúkurin vaksur við fullari ferð og vit eru nú farin so smátt í gongd við fyrireikingar. Vanliga plagar tað at vera John, sum er tann sum planleggur og eg taki heldur tingini sum tey koma - MEN tá tað kemur til baby er tað sum um at okkurt er komi yvir meg, eg klári ikki at bíða ella taka tingini sum tey koma, eg vil hava alt klárt sum skjótast. Serliga nú jólini koma, vil eg bara hava sum minst at hugsa um á jólum og heldur njóta jólahugnan saman við familjuni. Summi kalla tað at reiðrast ? Kanska tað er tað fasuna eg eri komin í nú ?? Kenna tit nakað til hettar ?
Read MoreVit hava havt eina gentu úr Finnlandi búgvandi nú í útvið ein mánaða - til dagligt arbeiðir hon sum bakari, samstundis sum elskar at gera mat í gerandisdegnum eisini. Eitt tað fyrsta hon gjørdi til okkum vóru hesir lekkru karamel bitarnir ella sum vit kallaðu tað - heimagjørt Twix. Hettar bleiv beinanvegin eitt hitt hjá allari familjuni og gestum, sum komu forbí til drekkamun
Read MoreEin listi yvir alt tað eg hevði kunna tonkt mær í inniverandi mánaða, hesuferð Novembur listin.
Read MoreVit eru so smátt byrja at fyrireika okkum upp á at lítla baby kemur og hóast vit egentliga vildu blíva yvirraskaði av hvat kyn barnið er, so kláraðu vit ikki at halda okkum frá at fáa at vita tað - bæði eg og John eru sera forvitin av natúr, so tá vit fingu møguleikan at vita tað tóku vit av.
Read More