Gerandisdagurin á Landsjúkrahúsinum

IMG_9884.jpg

Nú hava vit verið fast inventar á Landsjúkrahúsinum í nærum 3 vikur og hóast tað sjálvandi er av eini fantastiskari orsøk, so eru vit so smátt byrjaði at troyttast og gleða okkum bara at koma heim. Ikki tí, hóast fysisku karmarnir á føðideildini eru alt annað enn góðir, so eru tað starvsfólkini sum lyfta stovnin á eitt hægri støði. Øll eru líka fitt, umhugsin og gera sítt besta til at skapað ein heimligan stemmning á deildini.

Av tí at lítla Maja Lý er so góð og nærum bara svevur, etur, kukkar og pissar - so hava vit hópin av tíð til yvurs. Hendan tíðin kann gerast drúgv at brúka bara inni í einum pinku lítlum kamari - so tíðanbetur hava vit fingið vognin til Havnar.

Tá Jógvan frá prull.fo ringdi til okkum at boða frá at vognurin var komin og bjóðaði sær at levera hann á Landsjúkrahúsinum blivu vit orduliga glað - hettar innibarð at vit kundu vera eitt sindur meira mobil og ikki so fastlæst inni á kamarinum. Lítla diddan skal nemmuliga skermast og ikki hava kontakt við ov nógv fólk, av tí at hon er so lítil má hon ikki blíva sjúk og tolir minni av enn onnur. Við vogninum kunnu vit skerma hana og samstundis avlíkavæl ganga okkum túrar eftir gongini her á sjúkrahúsinum ella út um tað ikki er ov keðiligt veður. Fyrsta jóladag sluppu vit okkara fyrsta trillitúr úti og útyvir at hava fingið Maju Lý var hettar besta jólagávan í ár - at fáa fríska luft, trilla og bara vera vit eina løtu, sjálvt um tað bara vóru 10 minuttir.

Nú er Maja Lý eisini sloppin av við hitavøgguna og brúkar tíðskil bara vognin at sova í, hennara trygga hola.

Eftir at hava havt hendan vognin í næstan 2. vikur, kunnu vit staðfesta at vit 100 % hava valt rætta vognin við at velja Odder Vida frá Prull.fo - vit eru simpultenn so væl nøgd og hava brúkt hann hvønn dag síðan vit fingu hann. Eisini fantastiskt at tey kundu levera hann her út á Landsjúkrahúsið tí tað ger gerandisdagin hjá okkum lættari at koma ígjøgnum tá vit hava vognin.

Akkurát nú hevur prull.fo eitt avbera gott tilboð upp á Odder vognar, ið ljóðar fylgjandi :

Um tit keypa ein ODDER vogn í desembur mánað, fáa tit tilhoyrið ókeypis. 

Við ODDER Vida og ODDER North fáa tit fylgjandi ÓKEYPIS: 

ODDER madrassu til vogn - 599,00
ODDER regnslag - 499,95
ODDER flugunet - 299,95
ODDER barnavognsela - 449,95

Við ODDER UNA og UNA DUO fáa tit fylgjandi ÓKEYPIS:

ODDER fótposa - 459,95
ODDER duo regnslag - 499,95

Enn eru nakrir dagar eftir av desembur, so um tit standa og mangla vogn kann eg 100 % viðmæla Odder vogn frá prull.fo . Vit hava Odder Vida og fingu tilhoyri við eisini + so keyptu vit ein Kopp haldara afturat.

Gerandisdagurin hjá okkum er annars rættuliga einstáttaður - vit bubbast, slappa av, skifta blæður, eta, tosa við starvsfólkini, hyggja eitt sindur eftir Netflix og trilla nógvar ferðir aftur og framm eftir gongini her- enntá onkuntíð oman í forhøllina. Maja Lý trívist væl og fær ikki mat í sondu meira, men vit royna at hon bara fær frá mær - tó er hettar ein tilgongd, ið kroppurin hjá henni skal venja seg við og vit sleppa ikki heim fyrr enn hon tekur nóg nógv upp á um dagin. Tó vóna vit at hettar verður orduliga skjótt, vit kryssa fingrar fyri at tað verður í ár, men vitandi um at tað bara eru 3 dagar eftir í árinum, er kjanusurin nokk ikki sooo stórur, men man kann altíð vóna ha ?

Í dag er John farin heim at vera hjá fosturdóttrini, sum leingist illa, at vera - hann kemur aftur í kvøld, av tí at tað lættir nógv um hjá mær at hann er her, serliga tí eg kann gerast eitt sindur uoogevandi viðhvørt tá hon ikki tekur nokk upp á ella ikki vil líka væl súgva og harafturat er tað sera einsligt at sita einsamøll inni á einum kamari allatíð - tað er ofta tá tankarnir fara í gongd og eg gerist stúrin. Tað var sjálvani ongantíð partur av okkara ætlan at enda við at vera her um jólini og hóast tað hevur verið partvís hugnaligt, so hevur tað eisini verið ólukksáliga hart at verið vekk frá familjuni, heiminum og djórinum so leingi.

Eg royni tó at halda móti uppi við at lata meg pent í og sminka mær hvønn dag, egentliga ikki fyri nøkrum øðrum enn mær sjálvari - tí mín teori er at um eg føli meg væl og klára til dagin, so blívur dagurin eisini eitt sindur lættari.

IMG_9875.jpg
IMG_9945.jpg