Novembur listin

IMG_1614.jpg

Nú tá eg helst skal slappa meira av og sita niðrið - havi eg knappuliga fingið meira tíð til at blogga. Eg veit tað væl… at blogga er egentliga eisini at arbeiða, men fyri meg er tað ein formur fyri avslapping, uttan at føla meg nyttuleysa. Mær dámar eisini væl at lesa aðrir bloggar og fyri tíðina er tað serliga bloggurin hjá Emily Salomon, sum fangar - ein av mínum yndis inleggum frá henni er Ynskilistin fyri hvønn mánaða, so eg haldi eg fari at royna at gera mín egna mánaðarliga lista her á blogginum. Ein lista yvir alt tað eg hevði kunna tonkt mær at gjørt og uppliva í inniverandi mánaða, hesuferð Novembur listin.

í novembur ætli eg mær at:

  • Ganga oman í fjósið at geva seyðinum um morgunin, taka hundarnir við og njóta náttúruna niðrið í fjøruni í Æðuvík áðrenn dagsins yrki.

  • Vaska babyklæðir og ting, sum vit hava fingið longu nú - soleiðis at tað er klárt í Januar og ikki liggur til at gera í síðstu løtu og um jólini.

  • Pakka hospitalstaskuna

  • Drekka meira vatn

  • Eta lekkran morgunmat saman við familjuni í øllum førum einaferð um vikuna

  • Gera fleiri blogginlegg klár, serliga uppskriftir - nú eg havi húshjálp úr Finnlandi búgvandi inntil hálvan.

  • Bjóða onkrari vinkonu á café

  • Fáa orna eygnabrýr - Hava tit nakað hugskot til hvar ?

  • Til frisør - haldi hári treingir alvorliga til eina uppfrískan. Men hvar skal man fara?

  • Orna pakkakalendarin hjá John og fosturdóttrini

  • Byrja upp á jólagávurnar

Eg gleði meg til…

At sleppa at pynta eitt sindur til jólar og fáa jólaperurnar upp. Elski jól og alt, sum hevur við jól at gera <3

Klædnaplaggið hendan mánaðan…

Vanti heilt sikkurt mín nýggja troyggja frá Einstakt, deiliga heit og behagilig + hon gevur eitt kulari look enn bara svart allatíðirnar.

Harafturat eri eg komin við í ein bólk av kvinnum, ið fáa ráðgeving og hjálp til at klæða seg frá Sýran Design hettar gleði eg meg eisini til - tí við stórum búki og ikki minst tíðin aftaná eri eg orduliga komin í klædna krisu. Eg passi jú ikki skinnyjeans og eina tshirt niður í buksurnar longur.

Eg fari at eta…

Tað sum eg troysti mær, tí matarlysturin er framvegis ikki so góður… Bróstsvigin er nú byrjaður og harafturat eri eg framvegis nokkso sensitiv viðvíkjandi luktum osv. Royni at eta gott og variera - serliga dámar mær súreplir, avocado, jogurt og havragreyt fyri tíðina.

Eg fari at lurta eftir…

Róligum tónleiki, útarpinum og podcast. Serliga dámar mær væl at finna nýggjan tónleik mær dámar fyri tíðina og prøvi meg framm á spotify.

Eg fari at hyggja eftir…

The Night Shift og New Amsterdam saman við John á Viaplay. Samstundis sum eg enn royni at finna onkra stuttliga, lætta seriu at hyggja eftir sjálv - hava tit nakað hugskot ?

Hendan mánaðan droymi eg um…

At sleppa á eina orduliga date við mannium. Eg eri tilvitað um at tað er trupult nú við einum barnið og tað fer absolutt ikki at gerast nemmari at fáa tíð til okkum við einum nýføðingi afturat. Sjalvandi hava vit altíð okkara spontanu Magndates, men tað er ikki orduliga tað sama sum at kunna snolla seg upp, fara út at eta og bara hugsa um hvønn annan nakrir tímar - ongantíð betur um man so eisini sleppur at sova leingi morgunin eftir.

Eg eri takksom fyri…

Lítla undri í búkinum, at vit eru komin so langt (vika 28) og at alt sær gott út <3 Harafturat eri eg takksom fyri at hava ein fantastiskan mann, sum ger alt fyri at eg skal hava tað gott, troystar meg tá eg ikki havi tað so gott, ger mat, ruddar og alt annað teir dagar har eg ikki megni tað. John hevur veruliga uppiborið eina medalju eftir at hava tikið tað tunga lessið so leingi nú og kemur nokk at gera tað nakrar mánaðar afturat, samstundis sum hann hevur arbeitt, bygt hjall og alt annað.

Eg havi tað ringt við…

Ikki at kunna gera tað sama, vera illa fyri og at tað at vera við barn sannuliga ikki er bara bara. At vera bangin fyri at eiga ov tíðliga og stúra fyri at barnið ikki hevur tað gott tær løturnar eg ikki havi tað gott.