Giveaway til tey minstu

Olaf.jpg

So var enduliga tíð til eina Giveaway aftur á blogginum og hesaferð er tað til tey minstu at tú kanst vinna ein hvítan Olaf bodystock úr 100 % bummull frá Olafsdóttir.

Sjálv havi eg keypt ein av hesum bodystokkinum til okkara lítla komandi baby og dámi orduliga væl kvalitetin og tað einkla lookið + at teir sjálvandi hava eitt fitt lítið føroyskt lamb á er tað besta.

Summi tykkara kenna kanska Olaf aftur frá plakatinum ? Lítla fitta heimalambið hjá okkum, sum bleiv til model.

Eg elski at vera bóndi, serliga tað at eg eri seyðabóndi, tí í mínari verð eru seyðir eitt tað vakrasta, fittasta og mest sjarmerandi djórið, sum er til. Tit halda kanska tað er snedugt, men fyri meg, sum eri uppvoksin saman við hesum djóri og havi umgingist seyð líka síðan áðrenn eg dugdi at ganga, so havi eg lært at faktist er eingin seyður líka - gott nokk er seyður flokksdjór, men gott nokk ein bólkur av individum.

Eg kann taka nøkur dømir:

Olga: Einasta ærin sum elskar John meira enn meg, er hann í fjósinum so kemur hon inn beinanvegin, men eri eg einsamøll har niðrið so noktar hon at koma inn fyrr enn eg eri farin út.

Mamie : 15 ára gamla ærin hjá okkum, sum er somikið snild at hon veit at hon skal sova inni í fjósinum um náttina fyri at fáa eta har tíðliga um morgunin, men hon veit eisini væl at vit geva hønunum umleið kl. 11 so tá er hon aftur klár uppi hjá okkum.

Rita: Eina viku áðrenn slaktið í fjørð bleiv hon sum lamb kappuliga spøk, vildi kelast, át úr hondini og tímdi orduliga væl upp á mynd - sjálvandi kláraðu vit ikki at drepa hana aftaná hettar, hóast hon ikki var millum tey útvaldu sleppingarlombini. + í dag hevur hon funni útav hvar vit sova og stillar seg at jarma upp í vindeyga fyri at vakja okkum og fáa okkurt lekkurt.

Hesar tríggjar eru bara tríggjar av mongum, tær eru allar haga seyður - villur seyður - sum hevur funni nøkur triks.

4G4A5533-Edit.jpg

Náh aftur til kappingina og bodystokkin. Fitta lítla Ró á myndini er 8 mánaðar og er í einum bodystokki sum eitur 6 - 12 mdr.

Bodystokkurin fæst í støddinum : 3-6 mdr, 6-12 mdr, 12-18 mdr og 18 -24 mdr .

Og kann keypast á heimasíðuni hanusarstova.com , okkara bóndagarðs síða, fyri 150 kr.

Ein frálík jólagáva ella barsilsgáva til lítla barnið, um tú spyrt meg - um so er at tit vilja hava ein tílíkan áðrenn jól er seinasta freist at bíleggja 5. desembur ;)

Fyri at vera við í kappingini um hendan fitta bodystokkin skalt tú :

  1. Dáma facebook síðuna hjá Olafsdóttir

  2. Taggað ein vin, sum tú heldur eisini burdi verið við í kappingini.

  3. Viðmerkja hvørja stødd tú hevði vilja vunni.

Góða eydnu <3