Drongur ella Genta ?

IMG_1965.jpg

Vit eru so smátt byrja at fyrireika okkum upp á at lítla baby kemur og hóast vit egentliga vildu blíva yvirraskaði av hvat kyn barnið er, so kláraðu vit ikki at halda okkum frá at fáa at vita tað - bæði eg og John eru sera forvitin av natúr, so tá vit fingu møguleikan at vita tað tóku vit av.

Upp á tí einu síðuna hevði tað sjálvandi verið eitt sindur meira specielt at bíða til barnið kemur til verðina og fáa at vita tá um vit hava fingið eina gentu ella ein drong. MEN tá vit bæði eru so forvitin og kanska serliga eg eri eitt sindur praktistk anløgd - so valdu vit at fáa at vita tað í skannarinum.

IMG_1978.jpg

Lítla baby í búkinum er ein didda - ein fitt, lívlig didda sum dámar væl at sutta tummil inni í búkinum hjá mammu síni <3

Fyri okkum kundi tað sjálvandi gera tað sama hvat kyn baby er, tí bara tað at har er eitt baby í búkinum er sum sagt eitt undur. Vit eru sjálvandi glað at tað er ein lítil didda, men mest av øllum eru vit glaðast fyri at hon hevur tað gott og alt sær út til at vera normalt.

Eg má erliga viðganga at vit longu eru byrjaði at keypa eitt sindur til didduna, bæði tí at vit ikki áttu nakað í forvegin og tí vit klára ikki at lata vera. Tað er simpultenn SO nógv fitt og elskuligt til lítil baby at fáa allastaðni! Tó havi eg orduliga roynt at hildi mær og havi ikki keypt ALT tað eg hevði kunna tonkt mær.

Hanusarstovu bodystokkurin er sjálvandi komin í hús sum tað fyrsta, tí tað var eitt must! Og ein lítil fitt Border Collie bamsa, suttuklútur og onkur onnur smávegis klæðir.

Vit eru faktisk eisini byrjaði at hugsa um nøvn longu, men har er langt eftir á mál enn tí tað eru so nógv ymisk nøvn at velja ímillum - tó eru vit komin niður á trý ella fýra nøvn nú, sum vit yvast serliga nógv ímillum.