So vóru vit enduliga heima, við okkara lítlu Maju Lý og tað er fantastiskt! Av hjartað takk fyri allar tykkara fittu viðmerkingar og privatu boð, tað fløvir og hevur hjálpt okkum væl ígjøgnum eina kensluborna tíð. Tað er so deiligt at kunna deila tilveruna og tankarnir við tykkum, serliga tá tað eru so nógv sum tíma at fylgja við á blogginum.
Read MoreNú hava vit verið fast inventar á Landsjúkrahúsinum í nærum 3 vikur og hóast tað sjálvandi er av eini fantastiskari orsøk, so eru vit so smátt byrjaði at troyttast og gleða okkum bara at koma heim. Ikki tí, hóast fysisku karmarnir á føðideildini eru alt annað enn góðir, so eru tað starvsfólkini sum lyfta stovnin á eitt hægri støði. Øll eru líka fitt, umhugsin og gera sítt besta til at skapað ein heimligan stemmning á deildini.
Hesin bloggur er skrivaður í samstarv við prull.fo.
Read MoreAlso also hvat hettar kennist óveruligt, enduliga at vera blivin foreldur. Hóast vit sjálvandi vistu at tað fór at vera nakað heilt serligt, gleddu okkum ómetaliga nógv og hava verið full í kenslum upp undir tað heila - so er hettar er ein kensla, sum upp á ongan máta kann forklárast. Lítla prinsessan hevur longu fingið navn og eitur:
Read MoreVit hava havt eina gentu úr Finnlandi búgvandi nú í útvið ein mánaða - til dagligt arbeiðir hon sum bakari, samstundis sum elskar at gera mat í gerandisdegnum eisini. Eitt tað fyrsta hon gjørdi til okkum vóru hesir lekkru karamel bitarnir ella sum vit kallaðu tað - heimagjørt Twix. Hettar bleiv beinanvegin eitt hitt hjá allari familjuni og gestum, sum komu forbí til drekkamun
Read MoreEin listi yvir alt tað eg hevði kunna tonkt mær í inniverandi mánaða, hesuferð Novembur listin.
Read MoreSo var eg enduliga aftur á blogginum, vegna heilsutrupuleikar o.a. havi eg hvørki havt orku ella hug at blogga seinastu tíðina, men nú eri eg aftur - tó við nøkrum smávegis broytingum.
Read MoreAlso eg bleiv glað í gjár tá postmaðurin kom við eini gávu til mín, einum pakkað frá The Body Shop í SMS. Vilja tit síggja hvat var í ??
Read More