Vit eru komin heim

IMG_9974.jpg

So vóru vit enduliga heima, við okkara lítlu Maju Lý og tað er fantastiskt! Av hjartað takk fyri allar tykkara fittu viðmerkingar og privatu boð, tað fløvir og hevur hjálpt okkum væl ígjøgnum eina kensluborna tíð. Tað er so deiligt at kunna deila tilveruna og tankarnir við tykkum, serliga tá tað eru so nógv sum tíma at fylgja við á blogginum.

Vit sluppu heim í orlov á fyrsta sinni 30. desembur og síðan inn aftur á Neonatal til check nakrar ferðir fyri at sikkra at alt er sum tað skal og hon tekur nokk upp á. Tann 7. januar blivu vit síðan endaliga útskrivaði tí Maja Lý tekur eina rúgvu upp á og trívist orduliga væl, hóast hon enn er lítil, so er hon fantastiska røsk og hevur ongar komplikatiónir.

Fyrstu dagarnir heima vóru eitt sindur avbjóðandi og sum onkur tykkara viðmerkti til síðsta bloggin, so vóru tað løtur har vit longdust eitt sindur aftur til tryggleikan á Neonatal deildini á Landssjúkrahúsinum. Ikki tí at Maju Lý feilti nakað, men mest tí at vit kensluliga nú stóðu við allari ábyrgdini sjálvið og hóast vit innanst inni vistu væl at orsøkin til at vit vóru innløgd so leingi, ikki var tí at henni feilti nakað - so var tað bara tankin um “hvat nú vis” sum kom til okkum viðhvørt. Vit búgva jú í Æðuvík, ein heilan tíma frá LSH, tað var nokk mest hettar sum var ræðandi.

Frá at vera fyrireikaði upp á tað ringasta til at í dag at standa við tí absolutt besta útfallinum av at eiga ov tíðliga, føla vit okkum fantastiska vælsignaði. Vit hava vant okkum við gerandisdagin her heima og hava fingið eina rutinu, sum koyrir rættuliga javnt hvønn dag.

Maja Lý trívist og vaksur við fullari ferð - Hon hevur tikið næstan 1 heilt kilo uppá síðan hon bleiv fødd og vigar nú 2960 gr og er 46,5 cm long. Hon er nógv meira vakin, fylgir væl við og hevur hug at smílast til okkum um vit práta við hana - hon passar enntá okkurt str. 50 í klæðum nú, so í okkara verð er hon blivin ein stór didda. Tað er enn nakað eftir á mál og vit eru “innløgd” í okkara heimið inntil í øllum førum viku 40 (27.januar), hava honspritt allastaðni í húsinum, ganga eyka høgt uppí reinføri og mugu ikki hava sjúkar gestir ella børn á vitjan. Harafturat skal tað ikki vera ov nógvur larmur, ov nógv ljós og ov nógv forstýrilsi rundanum Maju Lý, av tí at ov tíðliga fødd børn ofta eru eitt sindur eyka sensitiv. Men avmarkingarnar taka vit gleðiliga, tí vit eru heima og okkara lítla prinsessa er her eisini.

Sum heild er hon orduliga góð, etur og sevur fyri tað mesta - tó hevur hon periodur har búkurin generar eitt sindur, men tað hava øll børn sum eg skylji á lagnum.

Stórasysturin hevur tikið orduliga væl ímóti lítlusystrini, tó er tað ORDULIGA RINGT ikki at larma, minnast til at spritta hendur og ikki mussa didduna í andlitið. Og so er tað sjálvandi eyka stuttligt at gera fortre meðan mamma ammar, tí tá kann hon ikki koma eftir diddu og nú kann hon ikki ein gongd skelda 😝 Akkurát nú er tað sum er mest strævi, júst hettar at samantvinna okkara “gamla” familjulív við tí nýggju tilveruna - men tað man fara at koma. Tíðanbetur er John heima í barsil inntil hálvan februar sigi eg bara!

Akkurát nú handlar bloggurin einamest um gerandisdagin hjá okkum her heima, tíðskil mest um mammulív, familjulív og lítla baby. Eg havi rætt og slætt hvørki tíð ella yvirskot til at bakað o.a fyri tíðina - harafturat er gerandisdagurin ikki nógv annað enn at amma (til tíðir 2.hvønn tíma), ropa, skifta blæður og tá eg havi tíð so fari eg heldur undir brús ella ein lítlan túr við hundinum. Vónandi tíma tit enn at fylgja við her avlíkavæl - tí sum so nógv annað, so stendur einki í stað, tilveran er broytt og egentliga eri eg eisini tað síðan bloggurin byrjaði fyri nú 7 árum síðan. Tó so, tá gerandisdagurin blívur meira vanligur aftur og barsilsboblan hevur lagt seg eitt sindur, eri eg vís í at innihaldi á blogginum eisini verður tilpassa. Gerandisgleðir er jú tað hesin bloggurin handlar um <3

IMG_0018.jpg