Finskar siropskøkur

IMG_9058.jpg

So er tann tíðin á árinum aftur, tíðin við jólahugna og ikki minst jóla køkum - fyri meg merkir hettar uttan yva siropskøkur. Eg elski siropskøkur, serliga tá tær eru heimabakaðar og angin er um alt húsið - TAÐ er jól fyri meg. Í ár havi eg snýtt eitt lítið sindur og gjørt deiggi í góðari tíð, bakað nakrar fáar fyri at vita hvussu tær lukkaðust og síðan fryst restina, so at eg og fosturdótturin kunnu fara at bakað og hugna okkum onkran dagin. Hon hevur ikki altíð so góða tíð at bíða eftir tingum sum takað tíð, so deiggi verur tikið úr boksini kvøldið fyri og síðan er bara hjá okkum at rulla út, skera til og bakað.

Eg fann hendan fitta seyða formin í gamla bókhandil í miðbýnum fyrr í ár og helt hann passaði so væl til okkara konsept at eg mátti keypa hann.

Hesa uppskriftina havi eg eisini fingið frá Finsku vinkonuni Miiu og má viðganga at hettar allarhelst er lekkrasta siropskøku uppskrift eg havi prøva - tær eru akkurát passaliga bleytar og sprødar samstundis + fullar av smakkið.

Tú skalt brúka:

2 dl myrkan sirop

2 tsk. Kanel

1.tsk Allahanda

1 tsk Ingiferð

1 tsk. Nelikkar (pulvur)

100 g smør (stovu hita)

4dl sukur

1 egg

2 dl Róma (38%) 

3 tsk. Bakipulvur

c.a. 1 kg mjøl 


Soleiðis gert tú : 


  1. Lat siroppin og kryddaríini koma upp á kók í 1-2 minuttir - Set síðan at kølna.

  2. Píska smør og sukur til lætt skúm. Píska síðan eggið í.

  3. Rør tann kølnaða siroppin í, saman við róma og mjøl - elt væl til javnt deiggj.

  4. So er deiggi klárt at rulla út til siropskøkur ella tú kanst frysta tað fyri síðan at gera siropskøkurnar seinni.

  5. Bakað á 200 gradir luft í c.a 8 minuttir - alt eftir hvussu tjúkkar smákøkur tú gert.


Tær blíva uppaftur lekkrari um tú letur deiggi standa kalt náttina yvir áðrenn tú gert deiggi til, soleiðis at smakkurin orduliga kann trekkja inn í - men hettar er ikki neyðugt. 

Glasurur

Í ár royndi eg fyrstu ferð at pynta siropskøkurnar við sergjørdum glasuri, ið blívur heilt stívur og pyntiligur. Tað kanst tú gera tá køkurnar eru køldar heilt niður.

Tit fáa uppskriftina her:

2 eggjahvítar ( Pasturiseraðir)

3 dl Flourmelis

nakrir dropar av sitrón áleið hálva tsk.

Soleiðis gert tú :

Píska eggjahvítarnir og helvtina av flourmelis væl saman í nakrar minuttir, koyr síðan restina av flourmelisinum í saman við sitróndropum - píska væl saman inntil glasururin gerst javnur og passaliga tjúkkur at pynta við - um tú følir at hann er ov flótandi, kanst tú koyra eitt sindur meira av flourmelis í. Til ber sjálvandi eisini at koyra eitt sindur av frugtfarvu í, um tú ynskir ein annan lit. Eg plagi bara at brúka ein lítlan posa til glasurin og klippa eitt lítið hol í endan og síðan er bara eftir at pynta. Psst…. tú kanst sjálvandi eisini pynta uppaftur meira og brúka glimmur og krymmel um tú ynskir tær uppaftur festligari.

Vælgagnist!

Tit eru vælkomin at taggað meg ella senda myndir um tit brúka uppskriftir av blogginum, eg elski at síggja myndir frá tykkum fittu fylgjarum <3 @byolafsdóttir