Matplan vika 36

So hava vit aftur gjørt matplan og orna innkeyp hesa vikuna. Í síðstu viku vóru vit eitt sindur for sløv, so tá kom ongantíð nøkur verulig matplan + vit vóru ikki heima alt vikuskiftið.

Í morgun havi eg so aftur gjørt matplan og innkeypslista, so kundi John keypa inn á veg heim.

Eg byrji altíð við at kannað hvat vit longu eiga inni og í boksini, hesa vikuna eiga vit longu:

Medistapylsu

Tomatsuppu

Hakkikjøt

Kylling

Eg fór síðan inn á bera.fo og hugdi ígjøgnum øll tilboðsbløðini - sum oftast planleggja vit okkara matplan og innkeyp eftir hvat er upp á tilboð. Hesa vikuna bestemmaðu vit okkum so bara at keypa inn í Miklagarði og Bónus, eftirsum tey høvdu alt tað vit skuldu brúka og tað allarmesta upp á tilboð eisini.

Hesa vikuna bleiv innkeypi tó nakað størri enn vanligt tí vit manglaðu basis tingini, sum vit altíð plaga at eiga inni, so sum blæður, uppvaskitabs, wcpapír og lappar. Eisini plaga vit at fylla matpakkað/snack lagri viðhvørt og tað bleiv gjørt hesa vikuna.

Innkeypslistarnir blivu hesir.

Miklagarður

Reyðar víndrúvur - 10 kr

Súreplir + bananir

Perur - 15 kr

Avocado - 15 kr

Góðbita gularøtur - 6 kr

Blomkál - 10 kr

Skorna melón blandað - 45 kr

Lasangette 2x fyri - 25 kr

Oreos - 10 kr

Corny - 5 kr stk

Hundagóðbitar - 3 pk fyri 20 kr

Neophos uppvaskitabs - 89.95

Bónus

Iceberg

cherry tomatir

piparfrukt 3 í pk - 15 kr

Gularøtur

Blommur - 12.90 kr

Agurk

Wc papír

Grikst Jogurt - 29.90 kr

Ost - 32.90 kr

Pylsur

3 stjernet pálegg - 11.90 kr

Livurpostei

Drekki skyr - 9.90

Olivenolja - 39.90 kr

Fryst ber, bláber + jarðber - 14.90 kr stk

2 x Blæður til Maju Lý - 89.90

2x Alomin

Lappar til Maju Lý

Í alt keyptu vit inn fyri gott og væl 1300 kr til alla vikuna og tá er alt roknað upp í, uttan mjólk tí tað gloymdi eg at skriva upp á. Vit plaga at liggja eitt stað ímillum 800 - 1200 kr í innkeyp um vikuna - vit eru rættuliga heldig at eiga fulla boks av alskins mati, so hettar sparir okkum nógv. Tó so, hettar við at keypa inn undir okkum og síðan frysta tað tá okkurt er upp á tilboð plaga vit eisini at duga væl. Ofta hevur FK til dømis døgveratilboð 3 pakkar fyri 100 kr.

Okkara snack kassi í køliskápinum.

Okkara snack kassi í køliskápinum.

Eg plagi tó ikki at gera matplan fyri matpakkar/frokost og ei heldur morgunmat, men hettar verður sjálvandi roknað upp í tá eg geri innkeypslistan. Hesa vikuna er morgunmaturin Grikst Jogurt, havragreytur ella okkurt líknandi , meðan matpakki/frokost sum oftast er breyð við viðskera + okkurt annað so sum frukt, grønmeti og kanska ein ostehaps ella okkurt.

Maja Lý er farin at eta meira varierandi nú hon er blivin størri, so eg eri farin at royna at kóka henni fruktgreyt, mosa grønmeti ella breyð og eitt sindur av kjøt, hettar dámar henni sera væl.

Pale Green Vegetable Icons Meal Planner Menu-2.png
Eitt eyka tip til tykkum sum enn lesa við - so havi eg fingið mær tann vana at skola alla fruktina áðrenn eg koyri hana uppá pláss og skera nakað av grønmeti niður eisini. Bleiv insperera av Sølvu (@sjjoensen í Instagram) at um vit gera hettar, so e…

Eitt eyka tip til tykkum sum enn lesa við - so havi eg fingið mær tann vana at skola alla fruktina áðrenn eg koyri hana uppá pláss og skera nakað av grønmeti niður eisini. Bleiv insperera av Sølvu (@sjjoensen í Instagram) at um vit gera hettar, so er tað nemmari at velja frukt og grønmeti - tað passar! Vit eta nógv meria frukt og grønmeti síðan vit eru byrjaði upp á hettar, serliga stóra diddan í húsinum elskar at hon bara kann fara at fáa sær frukt út við osv. + gott at koyra í matpakkarnir.