So sloppu vit ikki undan longur og eg sum byrjaði at halda at vit øll vóru imun 🙈 Eg fekk knappuliga hug at skriva nakrir tankar niður og blogga aftur, so her fáa tit eina hugleiðing frá mær og samstundis tekningar tit sjálvi kunnu printa út og leggja litir til.
Read MoreNú veit eg ikki orduliga hvussu tað er við tykkum, men persónliga eri eg ikki typan sum havi nýggjárslyftir, fyrst og fremst av tí grund at eg aldrinn klári at halda tey - á ein ella annan hátt er tað sum um, at nýggjárslyftir bara eru til at bróta.
Í ár havi eg í staðin sett mær nøkur mál fyri árið - dreymarnir eru nógvir og fyri at teir skulu gerast veruleiki, so má eg útfordra meg sjálva eitt sindur.
Read MoreVinningurin hesuferð er frá mínum yndis klædna merki og handli <3
Read MoreSo hendi tað, tað eg havi droymt um síðan eg var lítil - eg eri blivin bóndi í Æðuvík.
Í løtuni gangi eg tíðskil á bóndaskúla á Búnaðarstovuni tvey kvøld um vikuna, eg taki mær av dagliga rakstrinum á garðinum og royni sum fragast at seta meg inn í hesa nýggju tilveruna, uttan at tað kemur at ávirka alt annað nakað stórvegis.
Enduliga havi eg verið í kreativa lagnum aftur og havi eg hesuferð ikki minni enn tríggjar nýggjar plakatir á veg. Í samband við hettar hevur tú sjálvandi møguleikan at vinna eina av hesum plakatinum til tín og eina til onkran tú ert góð/ur við.
Read MoreBeint nú siti eg hálvklár til mína næstu myndatøku um hálvan tíma, buksurnar má eg skifta tí tær eru tað bera tannkrem og snor, eg havi oyrastingir (Helt tað vóru bara børn sum fingu tað), hári hevur fingið yvirdosis av turrshampoo og kaffi er blivi kalt. Alt sum eg burdi klára í dag, klári eg heilt sikkurt ikki - men tað er tíðanbetur aftur ein dagur í morgin og tað skal nokk ganga tað heila.
Read MoreSólglottarnir í dag hava fingið meg at hugsa um mínar ætlarnir hettar summari. Sum tað sær út nú, so verður tað ikki nakar uttanlandstúrur til okkum, men í staðin heima hygg og Føroyar fyri allar pengarnir.
Read MoreSíðsta vikuskiftið vóru eg og John á Hotel Føroyum, summi tykkara fylgdu kanska við á instagram hjá @meiraavtigoda ?
Read MoreEin spurningur sum vit konufólk ofta seta okkum sjálvum er “Eri eg góð nokk” ella “Hvussu kann eg gerast betri? klænri? flottari? … ” .
Read MoreSo er hon enduliga her – Guide til Santorini. Sum tey fleystu tykkara nokk vita so vóru eg og ein vinkona eina viku í Santorini í September og tað skal eg lova tykkum, hettar var heilt sikkurt eitt tað lekkrasta um ikki tað besta staði eg nakrantíð havi vitja! Oyggin er barasta so fantastiska flott, fólkini eru fitt og vinarlig, einki stress og einki vas, veðrið er fantastiskt og tænastan í hásæti líkamikið hvar tú ert!
Read MoreÍ novembur mánaða vóru eg og John ein vikuskiftistúr í Edinburgh, planurin var tá at gera ein blogg um júst hettar, men tíðin rann eitt sindur frá mær. Tó so – betri seint enn ongantíð ha? So er fáa tit eitt blogg innlegg um Edinburgh. Atlantic flýgur jú beinleiðis til Edinburgh aftur í Mars, so tað er upplagt hjá okkum føroyingum at fara ein túr.
Read More