Miiu'sa heimagjørda Twix

IMG_9072.jpg

Vit hava havt eina gentu úr Finnlandi búgvandi nú í útvið ein mánaða - til dagligt arbeiðir hon sum bakari, samstundis sum elskar at gera mat í gerandisdegnum eisini. Eitt tað fyrsta hon gjørdi til okkum vóru hesir lekkru karamel bitarnir ella sum vit kallaðu tað - heimagjørt Twix. Hettar bleiv beinanvegin eitt hitt hjá allari familjuni og gestum, sum komu forbí til drekkamun og síðan tá er nógv meira enn ein portión av hesum blivin gjørd um vikuna. Eg eri sloppin at deila uppskriftina við tykkum og rokni við at tykkum fara at dáma hettar líka væl sum vit. Bæði til at eiga inni afturvið kaffi í gerandisdegnum ella sum jólakonfekt kanska ?

Innleggi er gjørt í samstarv við Raska MBM - eitt samstarv, ið eg 100 % kann standa aftanfyri, av tí at tað at keypa og nýta føroyskar vørur er sera umráðandi fyri okkum sum húskið. Gennerelt brúki eg altíð Føroyskar mjólkavørur í matgerð, til morgunmat osv. Vit hava jú eitt mjólkavirkið í Føroyum, ið frammleiðir vørur úr føroyskari mjólk, so hví brúka útlenskt ?

Botnur

200 gr smør (Stovuhita)

1 dl Sukur

5 dl mjøl

1 tsk. Bakipulvur

1 egg

Knips av salt

Soleiðis gert tú:

Elt alt tilfarið uttan eggið saman í einum bolla til tað gerst morlut. Koyr síðan eggið í og elt inntil deiggi gerst javnt. 

Slætta deiggi eitt sindur út og pakkað inn í film - set síðan í køliskápið at kølna í c.a ein tíma. 

Tá deiggi er kølna, drússar tú eitt sindur av mjøl á og rullar tað út á bakipapír passaligt til eina ovnplátu, c.a. 2 mm tjúkt. 

Bakað á 225 gradum í c.a 10 minuttir ella inntil kantarnir byrja at fáa eitt sindur av farvu. 

Set at kølna, meðan tú gert karamellið. 

IMG_2076.jpg

Karamel

3dl róma til Písking 38 %

3 dl putursukur

1 sspsk. Smør


Koyr róma og putursukur í eina lítla grýtu, lat koma upp á kók og rør í inn í millum soleiðis at tað ikki brennur í botn. Tú sært og følur at karamelli gerst tjúkkri aftaná c.a 15 - 20 minuttir. Tú kanst kannað um tað er nóg tjúkt við at lata ein dropa av karamel í eitt glas av køldum vatnið, um dropin heldur formin og ikki blandast við vatnið beinanveg er karamellið klárt. 

Tak av plátuni og lat smøri í. Lat síðan karamellið kølna eitt sindur, so mikið at tað ikki rennur omanav botninum tá tað verður smurt omaná. Lat síðan hettar kølna heilt. 

IMG_9062-Edit.jpg

Sjokoláta

Smelta 200 gr av myrkari sjokolátu

Lat tað omanyvir karamellið og javna tað út. 

Áðrenn sjokolátan er orduliga kølna kanst tú gera strikur í har, sum tú ætlar at skera karamelbitarnar - alt eftir hvussu stórir bitar tú ynskir (Eg plagi at gera c.a 2x2cm). Hettar lættir um tá tú síðan skalt skera alt sundur seinni soleiðis at sjokolátan ikki brotnar. 

Enjoy <3