Sóttarhald dagur 1 + Ókeypis tekningar til tykkum

Sóttarhald dagur 1 🦠

So sloppu vit ikki undan longur og eg sum byrjaði at halda at vit øll vóru imun 🙈 Enn er bara ein í húsinum testaður positivt, men akkurát nú eri eg komin hartil at eg hopi vit øll fáa korona, so er tað yvirstaði - poting, sóttarhald, tunnilsgjald, óvissan, ótryggleikin, frástøða, gerandisdagurin sum broytist alla tíð og ikki er samanhangandi - hetta er ikki til at halda út, serliga ikki tá man hevur tørv á struktur, forútsigiligheit, tyggleika og nærveru ♡ Eg havi eina tvey ára gamla sum dugur at taka eina koronatest og hvørjaferð hon sær ein vattpinn so skullu alt og øll í húsinum potast, eina 7 ára gamla sum er bangin at vitja langommu og langabba tí hvat nú um korona kemur, børn sum eru von við at renna yvir til ommu næstan hvønn dag, men nú ikki hava verið har í næstan 3 vikur! So tí sita vit og 🤞🏻 akkurát nú og vóna at vit at øll testa positivt sunnudagin, soleiðis at vit aftur kunnu liva eitt nøkurlunda normalt lív aftur 🤎

.

Genturnar eru ikki blíðar - tí í dag skuldu tær sova hjá ommunu og abbanum í Hósvík, báar saman fyri fyrstuferð. Tær hava glett seg alla vikuna, pakka kuffert og tosa um hvat tær skulu hava við, hóast Maja Lý bara er tvey ár og hon ikki hevur sovi úti hjá nøkrum øðrum meira enn einaferð. Gerandisdagurin er enn einaferð broyttur og lyftir eru ikki blivin hildin - so lagi í dag hevur verið hareftir.

Vit bæði foreldrini høvdu bílagt kamar á Hotel Føroyum og viðgerðir frá Ress Spa í dag og síðan ætlaðu vit okkum ein túr á Etika at eta - so vit gleddu okkum nokk uppaftur meira enn genturnar til dagin í dag. Vit hava ikki sovi eina heila nátt síðan langt áðrenn jól, so vit eru eitt sindur drenaði fyri tíðina - tá ger eitt sovarit uppihald undur fyri bæði heilsu og parforholdi. MEN vit hava avgjørt at vikuskiftið bestemt ikki er avlýst, men hinvegin heldur útsett - til vit eru hinumeðin søttarhald, fáa tað heila at hanga saman aftur við barnagentu, djórapassarum og frívikuskiftið.

Vit mugu bara royna sum fragast at fáa tað besta burturúr eini keðiligari støðu. Fyri at tað ikki skal vera lygn, so hevur John enntá føðingardag í dag og eg havi ikki keypt honum orduliga føðingardagsgávu, tí tað skuldi eg orna tá vit komu til havnar.

Vit hava tó gjørt eina rutubilakaku, sungið tillukku til tín eini 10 ferð, teknað, spælt “bingo”, hugt nógv í sjónvarp, eti barnatapas til náttvera. Sushi sum vit mungaðu eftir bleiv útskift við eina take away pizza tá genturnar vóru farnar í song, sum vinfólk vóru so fitt at heinta og levera til okkum - tí hugurin at gera nakað nyttuvert í dag var = 0 .

Í morgin er aftur ein dagur og vit taka tað sum tað kemur - eg hugsi at bakað fastalávintsbollar, tí tað var planurin at fara at keypa ein á eini café onkustaðni í morgin, kanska eg komi hartil.

Eg fekk nakrar tekningar gjørdar til Bóndagarðsdagar í fjørð inspereraðar av myndum eg sjálv havi tikið og serliga plakatinum, her fáa tit 3 strikutekningar, ið tit ella børnini kunnu taka niður og leggja litir til. Tit eru vælkomin at taggað meg ella senda myndir á instagram, um tit printa tær út og leggja litir til - eg haldi tað er so stuttligt at síggja.