Gleðilig Jól

Gleðilig Jól.png

Olafsdóttir ynskir øllum sínum fylgjarum, samstarvsfelgum, kundum, familju, vinum og kenningum eini Gleðilig Jól!

Ársins jólaheilsan verður send av føðideildini á Landsjúkrahúsinum, ið hevur verið okkara heim nú í tvær vikur. Eini annaðleiðis og heilt serlig jól - tí vit hava fingið tí bestu jólagávuna - lítlu fittu Maju Lý, sum er fødd 6 vikur ov tíðliga og tí ikki orduliga klár at koma heim enn.

Vit hildu jólaaftan saman við sviger familjuni og stórusystir í jólastovuni her á føðideildini, ið var gjørd til endamálið, tíðliga um dagin í gjár. Starvsfólkini høvdu pynta jólatræ og dekkað upp við góðgæti, køkum, mandarinum og øllum góðum, soleiðis at tað skuldi kennast eitt sindur meira heimligt. Stórasysti slapp at opnað nakrar pakkar her, sita undir lítlusystir og trilla eftir gongini, vit hugnaðu okkum sum best bar til og haldi at stórasystir var sum heild væl nøgd. Lítla Maja Lý svav ígjøgnum og veit ikki ein gongd um hon legði merki til at hon hevði havt gestir.

Seinni komu langomma og langabbi at vitja, vit fingu jólapakkar og høvdu eina hugnaliga løtu saman.

Til náttvera var dekkað upp við dunnu og rísalamande í jólastovuni, har vit vóru nøkur nýbakaði foreldur sum hildu jólaaftan saman á deildini - eini friðsæl og hugnalig jól, ið vit koma at minnast aftur á alt okkara lív. Sjálvandi var saknurin eftir familjuni og serliga stórusystir stórur, men vit fingu tað besta burturúr og ugga okkum við at tað eru aftur eini jól í næsta ár og tá kunnu vit øll 4 vónandi halda jól í Hanusarstovu.

Fyri at vera erlig hugsi eg ikki so nógv um at tað er jól - akkurát nú gongur lívið ikki upp í nógv annað enn bróstageving, pumping, soving og sondumáltíðir. Við gleði og stúran yvir lítlu Maju Lý, sum er so røsk og tikist at trívast væl - við eini vón um at hon skjótt fer at duga at eta sjálv og taka nóg nógv upp á soleiðis at vit sleppa heim. Tíðanbetur eru vit tvey um hettar, eg veit ikki hvat eg hevði skula gjørt uttan John, ið er tann besti stuðulin tá eg havi hug at fella í fátt og pápin fyri Maju Lý. Beint nú liggja tey so fitt og sova húð til húð, meðan eg júst eri liðug at pumpa út fyri 5 ferð í dag.

IMG_9874.jpg
IMG_9838.jpg
IMG_9586.jpg