Gestabloggur : Snickers kúlur frá Ranvá

Eftirsum eg ikki havi so góða tíð/yvirskot at gera uppskriftir til bloggin í løtuni, havi eg fingið Dreymakøkurnar hjá Ranvá at gera eina uppskrift til tykkum her á blogginum.

Eg elski at fylgja við hjá Ranvá, tí hon er simpultenn so kreativ og dugnalig at gera køkur og annað lekkurt. Bæði Facebook síðan hjá henni Dreymakøkurnar hjá Ranvá og instagram síðan @ranvaknudsen eru altíð líka spennandi við íblástri, flottum myndum og lekkrum mati, eisini uppskriftum. So um tit ikki longu fylgja henni har, so vil eg heilt sikkurt viðmæla tykkum at gera tað nú.

Hesar Snickers kúlurnar frá Ranvá eru einki undantak, tær síggja alvorliga lekkrar út heldsje? Eg veit í øllum førum hvat lekkurt eg fari at gera í vikuskiftinum og so eru tær enntá eitt sindur sunnari alternativ enn vanligt ;)

20200130_135427-01.jpeg

Samvitskan er ikki so heilt ring heldur av tí, at kúlurnar ikki eru tær ósunnastu. Og nú tá alt helst skal vera eitt sindur “sunnari” fyrst í árinum, so helt eg, at hetta var eitt sera góður møguleiki at koma við hesari uppskriftini!

Dadlur og peanuts...hvat meira kann ein ynskja sær! Tá so myrka sjokulátan eisini kemur við í spælið, so er tað sum um, at man tekur sær ein bít av einum “ordiligum” snickers. Munurin er bert tann, at hesin bitin er nakað "sunnari" :)

Uppskriftin er klár og vóni eg, at tit hava hug at royna hesar leskiligt snickers-kúlurnar og at tykkum dáma tær eins væl og eg geri.

Uppskrift uml. 40 kúlur

250 g. dadlur uttan stein

150 g. saltaðar peanuts

230 g. peanutbutter (crunchy)

Evt. eitt lítið sindur av vatni, um dadlu-deiggið tykist ov turt. (Hetta er tó ikki neygut)

300-400 g. myrk sjokuláta

IMG_20200130_154907.jpg

Blenda dadlurnar. Koyr peanuts og peanutbutter saman við blendaðu dadlunum og blenda alt væl saman. Um "dadlu-deiggið" tykist ov turt, kann man koyra eitt lítið sindur av vatni í. 

Rulla til hóskandi kúlur og set inn í køliskápi í eina løtu.

Smelta sjokulátuna yvir vatnbað og koyr eina kúlu í senn niður í sjokulátuna og legg á ein bakka/bakipappír. Set inn í køliskápi um tað er neygut, til sjokulátan er harðna.

Koyr í eina dós ella í eitt ílat.

Gott vikuskifti og vælgagnist tykkum <3