Posts in Matur
Miiu'sa heimagjørda Twix

Vit hava havt eina gentu úr Finnlandi búgvandi nú í útvið ein mánaða - til dagligt arbeiðir hon sum bakari, samstundis sum elskar at gera mat í gerandisdegnum eisini. Eitt tað fyrsta hon gjørdi til okkum vóru hesir lekkru karamel bitarnir ella sum vit kallaðu tað - heimagjørt Twix. Hettar bleiv beinanvegin eitt hitt hjá allari familjuni og gestum, sum komu forbí til drekkamun

Read More
Lættur pylsurættur til alla familjuna

Ein av yndis rættinum heima hjá okkum er hesin sera lætti og vælsmakkandi pylsurætturin - av tí sama keypi eg ofta tomatsuppu upp á tilboð soleiðis at vit altíð eiga tað inni, saman við suppuhornum, ið hava fast pláss í matskápinum. Kanska ikki tann mest kreativi rætturin á matskránni, men hann riggar og verður etin upp hvørja ferð - bæði børn og vaksin elska pylsurætt við tomatsuppu.

Read More
Um okkara matvanar + Uppskrift upp á "Tað vit eiga inni" pastarætt

Nú virki eg sikkurt orduliga sum eitt yvirskotsmenniskja, men trúgv væl, tað eri eg ikki altíð! Vit vóru bara komin til eitt punkt har broyting mátti koma í, eg havi havt alt annað enn yvirskot seinastu mánaðarnir, men hettar er ein liður í at gera gerandisdagin lættari og uppbyggja yvirskot. Tí tað sum kanska tekur eitt sindur meira tíð fyrst í vikuni sparir okkum eina rúgvu av tíð og pengum seinni í vikuni.

Read More