Vit hava verið eitt romantiskt vikuskiftið í Havn, also tað vil siga, Eg & John + Maja Lý - tí hon er ikki orduliga við upp á at nakar annar enn vit hava hana enn. Aftaná eitt hart ár við alt ov ringari heilsu, óheldigum upplivingum og hópin av stress, so hildu vit tað var tíð upp á at taka eitt vikuskiftið burtur frá allari gerandis ábyrgd har heima. Vit høvdu brúk fyri at lada battartíini og finna okkum sjálvið og hvønn annan aftur.
Read MoreBúkurin vaksur við fullari ferð og vit eru nú farin so smátt í gongd við fyrireikingar. Vanliga plagar tað at vera John, sum er tann sum planleggur og eg taki heldur tingini sum tey koma - MEN tá tað kemur til baby er tað sum um at okkurt er komi yvir meg, eg klári ikki at bíða ella taka tingini sum tey koma, eg vil hava alt klárt sum skjótast. Serliga nú jólini koma, vil eg bara hava sum minst at hugsa um á jólum og heldur njóta jólahugnan saman við familjuni. Summi kalla tað at reiðrast ? Kanska tað er tað fasuna eg eri komin í nú ?? Kenna tit nakað til hettar ?
Read MoreVit eru so smátt byrja at fyrireika okkum upp á at lítla baby kemur og hóast vit egentliga vildu blíva yvirraskaði av hvat kyn barnið er, so kláraðu vit ikki at halda okkum frá at fáa at vita tað - bæði eg og John eru sera forvitin av natúr, so tá vit fingu møguleikan at vita tað tóku vit av.
Read MoreAlso hvat tað er løgi at hugsa sær, at eg nú eri komin í 7 mánaða (27 vikur) og harvið í 3. trimestur av graviditetinum.
Read MoreGjárdagurin bleiv nakað nógv meira hektiskur, ræðandi og kensluborin enn ætlaður. Men tíðanbetur spældi alt væl av og vit takkað Gudið fyri at vit í nátt sleppa at sova heima øll trý og lítla barnið trygt inni í búkinum.
Read MoreVit hava eitt heilt serligt loyndarmál at deila við tykkum í kvøld! Eitt loyndarmál, sum hevur verið alvorliga ringt at hildi loynuligt so leingi, men avlíkavæl hava vit líka verið noydd til at trúgva tí fyrst áðrenn restin av umheiminum fekk nakað at vita.
Read MoreSíðsta vikuskiftið fóru vit ein spontanan túr á hotel, bara vit 3. Lítla diddan hevði ongantíð verið á hotel áður og av tí at eg skuldi taka myndir á hotellinum morgunin eftir, var tað upplagt at vit bara fóru ein familjutúr.
Read MoreRead MoreNú virki eg sikkurt orduliga sum eitt yvirskotsmenniskja, men trúgv væl, tað eri eg ikki altíð! Vit vóru bara komin til eitt punkt har broyting mátti koma í, eg havi havt alt annað enn yvirskot seinastu mánaðarnir, men hettar er ein liður í at gera gerandisdagin lættari og uppbyggja yvirskot. Tí tað sum kanska tekur eitt sindur meira tíð fyrst í vikuni sparir okkum eina rúgvu av tíð og pengum seinni í vikuni.
Snedugt hvussu vit vaksin ofta halda at tað má gerast so nógv burturúr fyri at imponera børnini, tí vit vóru bæði til Bubu og Trøllapætur, ikki ein gongd tyrlan fekk nakað stórt hurrá herfrá - men heldur hinvegin tað meira róliga og tað at geva sær stundir til eitt nú at ganga ein túr, kasta steinar og eta matpakkað tað er fantastiskt.
Read MoreTó so tað sker ein rúgva fyri tíðina, bæði privat og arbeiðsrelatera. Ár 2019 sær út til at blíva eitt spennandi ár, við hópin av avbjóðingum, dreymun og ætlanum. Hóast seinastu mánaðarnir hava sett tingini eitt sindur annaðleiðis í perspektiv, so eru vit nú klár at leypa út í tað aftur.
Hjá okkum hevur fyrsta stig verið at fingið skil upp á húsini, harímillum hevur barnakamari fingið eitt sindur av uppfrískan. Vit og lítla diddan eru í øllum førum orduliga glað fyri úrslitið
Read MoreEin nýggjárs heilsan frá mær úr Æðuvík, við nøkrum tonkum, nýggjheitum og hugleiðingum.
Read MoreAkkurát nú fyri tíðina, so er einki betur enn at sleppa tíðliga í song eitt leygarkvøld, hyggja eftir eini góðari seriu meðan vit eta blandað bomm. Og vita tit hvat, eg leggi einki í um tað ikki er sunt, kul ella festligt - tað er LEKKURT!
Eru vit rotin ella bara blivin vaksin ?
Read MoreEg helt ongantíð at eg fór at koma hertil ella rættari sagt vit - at hjúnarbandið fyri tað mesta snýr seg um at yvirliva og fáa gerandisdagin at ganga upp heldur enn at hugsa um hvønn annan, at sofan gjørdist mín besti vinur um kvøldið, meðan tað at bara sita og hyggja inn í “kassan” saman áðrenn man ferð í song er ok, tí yvirskotið er ikki til so nógv annað.
Read MoreVit hava gjørt Einhyrninga popcorn til barnagarðin - ella “ My little Póny” bomm sum lítla diddan sigur 🦄
Og fyri fyrstu ferð havi eg enntá gjørt eitt video soleiðis at tú sært hvussu vit hava gjørt.
Read MoreSum nevnt í seinasta blogg innleggi, so hava vit sett okkum nøkur mál, ið vit vilja náa í summar. Eitt av hesum, var at gera Sunnudagstúrar til eitt ting aftur – í dýrdarveðrinum í gjár avgjørdu vit at byrja hettar beinanvegin bara.
Read MoreEg hevði føðingardag fyrr í vikuni og í tí sambandi bjóðaði eg ein lítlan drekkamunn til tey nærmastu.
Read MoreHvat er ein barnaføðingardagur uttan Gelé? So at siga øll børn elska tað, tað er super nemt at gera og kostar heldur ikki tað villa + at tað er gluten og lactose frítt!
Read More