Vikuskiftis hugni í Havn

IMG_7658.jpg

Vit hava verið eitt romantiskt vikuskiftið í Havn, also tað vil siga, Eg & John + Maja Lý - tí hon er ikki orduliga við upp á at nakar annar enn vit hava hana enn. Aftaná eitt hart ár við alt ov ringari heilsu, óheldigum upplivingum og hópin av stress, so hildu vit tað var tíð upp á at taka eitt vikuskiftið burtur frá allari gerandis ábyrgd har heima. Vit høvdu brúk fyri at lada battartíini og finna okkum sjálvið og hvønn annan aftur.

Vit kenna nokk øll til hettar her, at lívið gerst ein gerandisdagur og alt endar við at ganga upp í børn, blæðuskift, matgerð, húsarhald, arbeiði og pligtir - tá so vikuskiftið kemur, plaga vit síðan aftur at orna alt tað vit ikki náa ígjøgnum vikuna og tey størru arbeiðini her heima + á bóndagarðinum. Eisini, uttan at siga ov nógv, so hava vit eitt barn við serligum tørvi búgvandi - so hettar krevur at vit eru ON alt døgnið, eisini so at siga hvørja nátt. Um kvøldarnir eru vit so mikið móð, at aftaná vit hava rudda av borðinum og tikið tað ringasta upp, enda vit altíð við at sita á sofuni eina løtu, hyggja eftir onkrari seriu, inntil annar sovnar ella bæði, ella bara fara tíðliga í song. Hettar er ein perioda, serliga sum smábarnaforeldur hevur latið mær fortalt.

einstakt.jpg

Eg tók tíðanverri ikki so nógvar myndir, eftirsum vikuskiftið var primert fyri at lada upp og njóta løturnar. Vit høvdu ikki lagt nakrar planir ella nakað, annað enn at vit høvdu bílagt hotel kamar og eg so eisini hevði tíð til frisør.

Fríggjadagin fór eg so til frisør og aftaná ein túr inn í yndis handilin Einstakt í Tróndargøtu, har fann eg eina mega lekkra troyggju, sum eg bara mátti hava heim við. Síðan fóru vit ein lítlan trillitúr niðan í sms, keyptu okkurt at eta til Maju Lý í Miklagarð og so niðan á hotelli at chekka inn. Maja Lý og John fóru í bað, hon er farin at elska vatn og hugnaði sær orduliga við at plaska og tvætla í baðikarinum. Tá hon so var farin í song høvdu vit bílagt Sushi frá Etika at eta á hotell kamarinum bara. So sótu vit har og prátaðu, drukku eitt glas av vín og ótu sushi - simpultenn so hugnaligt og harliga tiltronkt.

IMG_7685.jpg

Komin á hotellið, hevði eg fingið eina simpultenn so lekkra gávu frá røkta.fo - tveir posar við andlitsrøkt frá Sanzi Beauty, ið tey selja á heimasíðuni. Hettar er eitt nýtt spennandi samstarv, ið eg havi sagt ja til - har eg fari at royna vørur frá røkta.fo og síðan umæla tær her á síðuni, fortelja tykkum mínar yndis vørur og sjálvandi hava onkra giveaway eisini. Eg havi orduliga mangla onkur nýggj húðproduktir, síðan eg átti Maju Lý - húðin er blivin heilt annaðleiðis og tað eg havi brúkt áðrenn, riggar ikki orduliga til mína húð meir, men hettar sum so nógv annað aftaná barnsburð er allarhelst púra vanligt, sum eg skyli á lagnum. Eg fekk tíð at royna produktini eitt sindur meðan eg var á hotell og fyrsta intrykk er, at tey eru mega lekkur og deiliga mjúk á húðini. Eg komi at skriva meira um hettar, tá eg havi roynt tey eina tíð.

IMG_7634.jpg

Leygardagin fóru vit so ein trillitúr oman í býin, shoppaðu eitt sindur og annars bara góðu okkum góða tíð. Møttust á café við einari vinkonu og vinkonuni hjá Maju Lý. Nokkso stuttligt, at eg og vinkonan høvdu faktist sama termindato, bara eitt ár ímillum - eg endaði so við at eiga Maju Lý for tíðliga, so nú eru tær báar sama árgang. Vit mammurnar kalla tær sjálvandi vinkonur longu nú og hopa at tær fáa gleði av hvørji aðrari, tær sóru í øllum førum øtuliga fittar á café og deildu ein pakkað av baby kips 🥰

Eg elski at ganga á café og er tað nakað, sum eg saknið við at búgva í Havn, so er tað júst hettar - at kunna fara ein túr oman á café, bæði at møtast við vinkonuni, men eisini at seta meg við telduni einasmøll onkuntíð , njóta friðin og ein góðan kopp av kaffi, við onkrum lekkrum afturvið. Eg gleði meg í øllum førum nógv til tunnilin kemur, soleiðis at hettar gerst eitt sindur nemmari.

IMG_7671.jpg

Við einum 8 mánaðar gomlum, er avmarkað hvussu nógv vit kundu vera úti og hvussu leingi - tí hon bleiv sjálvandi troytt av at vera í vogninum ímillum fólk allatíð, so aftaná seinna lúrin fóru vit niðanaftur á hotellið og vóru har líka til vit fóru á Geisa at eta um kvøldið. Maturin var fantastiskur og Maja Lý hugnaði sær eisini óført- hon kukkaði sjálvandi orduliga larmandi meðan vit ótu romantiskt, hyggeligt 🤣

John hevði bílagt Suituna á hotellinum, so vit høvdu tvey rúm, so vit bæði kundu sita og práta uttan at órógva hana tá hon var sovna. Eg má erliga viðganga at eg var eitt sindur skuffa av hotellinum og helt ikki, at tað var pengarnir vert, tí timi eg heldur ikki at skriva so nógv um akkurát tað - næstu ferð fara vit nokk aftur á tað sikkra valið Hotel Føroyar, sum aldrinn hevur skuffa enn ;)

Men alt í alt eitt orduliga hugnaligt vikuskiftið, har avslapping var á skránni fyri tað mesta og tað var júst tað vit fóru til.