Matplan, húsarhald og innkeyp

Pale Green Vegetable Icons Meal Planner Menu.png

Nú corona aftur herjar um landið, so eru vit farin aftur á gamlar gøtur. Vit hava nemmuliga fingið okkum matplan aftur, hettar fyri at sleppa undan óneyðuga nógvum innkeypum og samstundis spara vit eina rúgvu av peningi. Tað vísir seg ofta, í hvussu so er hjá okkum, at vit blíva ov dovin og velja tí skjótastu loysnia tá vit ikki hava nakra ætlan fyri vikuna. Akkurát fyri tíðina tími og orki eg simpultenn so illa at gera mat, so matplanurin hjá okkum er ofta lættir rættir, ið ikki taka ov nógva tíð at seta saman og heldur ikki krevja ov nógv tilfarð. Vanliga elski eg at gera mat, men ryggurin drillar og eg orki satt at siga ikki altíð so væl at standa uppi tá dagurin nærkast endanum - so hesir rættir eru ofta sovarnir bæði eg og John duga at gera.

Eitt annað, sum vit hava lagt merki til - nú vit hava fingið okkum matplan aftur, er at vit eru blivin nógv raskari at eta úr boksini. Kenna tit hattar við, at tað er simpultenn so lagt at ganga oman í kjallarin tá man skal gera døgvera ? Serliga um tað er okkurt vit mugu taka upp kvøldið fyri, hyggja, finna útav hvat havi eg hug til ? Tá tað einasta eg egentliga havi hug til er at fara í song, tí eg hevði gloymt at hugsa um døgveran í morgin. So blívur tað ofta droppa og vit keypa bara okkurt nemt í staðin. Ella er tað bara her í húsinum ?

Nú vit hava matplan, so vita vit tað alla vikuna og hettar gerð tað nemmari at fara oman í boksina upp á ein ella annan máta.

Hjá okkum verður matplanin gjørd eftir, hvat er upp á tilboð hesa vikuna. Vit seta okkum simpultenn inn á bera.fo mánadag, lesa tilboðsbløðini ígjøgnum og taka tað harfrá. Sjálvandi hyggja vit eisini í køluskápið og matskápið fyri at vita hvat vit eiga og royna sum best at seta tað saman við.

Mánadag eta vit so at siga altíð restir ella onkran rætt, ið tømir køliskápið - mest fyri nemmheits skyld so vit sleppa undan af fara til handils. Eisini er John farin at bakað rugbreyð og hettar ger at vit næstan altíð hava nýbakað rugbreyð í boksini til matpakkar o.a.

Sjálvandi heldur planurin ikki altíð - men vit gera eina roynd og tað er pláss fyri at broytingar koma í ella at vit eru dovin inn ímillum. Eg eri ikki yvirskotsmenniskja av nattúr, í hvussu so er ikki tá tað kemur til at halda hús - MEN tað er tíðanbetur ein partur av at blíva vaksin, at man tekur ábyrgd og gerð tað, ið má gerast. Heldigvís eru eg og John nokkso einig á tí frontinum, so vit duga væl at deilast um uppgávurnar og fáa tað skjótt av hondini.

Innkeypslistin hesa vikuna:

Bónus

4x Rugmjøl

Ostehaps

Avocado

Matpakkagularøtur

Hondsápa

Kettumat

Miklagarður

Ananas

víndrúvur

Perur/súreplir

agurk

nektarinir

frugt stengur

Smáar fiskafrikadellur

Hesa vikuna stendur væl til við bæði blæðum, lappum, Alomin og øðrum gerandisvørum, tí vit keyptu nokkso stórt inn í síðstu viku tá nakað av tí var upp á tilboð.

Um tit hava hug at síggja meira til hettar, hvussu matplanurin heldur og okkara innkeyp, so eru tit vælkomin at fylgja við á nýggja føroyska Instagram brúkarinum hjá Olafsdóttir : @Harriet_olafsdottir

Eg eri eitt sindur raskari at leggja út á Instagram enn eg eri á blogginum, men eg føli at eg havi fingið hugin og nakað av tíð aftur, nú gerandisdagurin aftur er byrjaður.