Eg eiti...

IMG_9757.jpg

Also also hvat hettar kennist óveruligt, enduliga at vera blivin foreldur. Hóast vit sjálvandi vistu at tað fór at vera nakað heilt serligt, gleddu okkum ómetaliga nógv og hava verið full í kenslum upp undir tað heila -  so er hettar er ein kensla, sum upp á ongan máta kann forklárast. 

Vit hava mestsum ikki gjørt annað enn at ligi húð til húð og beundra lítla undri síðan hon bleiv fødd týsdagin. Skiftivís grátandi og flennandi, tí hettar er barasta so fantastiskt. Eg haldi ikki eg havi gráti so nógv í lívinum, sum teir síðstu 6 dagarnir - fyri tað mesta bara gleðistár. 

At hugsa sær at hóast hon kom út í viku 34 + 1, so klárar hon seg SO væl. 

Í dag er hon 35 vikur og hevur longu nú síðan fríggjadagin tikið 100 gram uppá.

Sítt bráa lindi hevur hon nokk frá okkum báðum - tí hóast tað var ringt at velja navn og tað vóru nógv ymisk uppi at venda, so bleiv tað avgjørt meðan hon enn var í búkinum. 

Eg haldi vit hava verið rættuliga einig í hvussu hon skuldi eita og hava sum so ikki orduliga diskutera nakað - tað ringa hevur verið at velja ímillum øll tey penu nøvnini. 

Lítla diddan hjá okkum eitur :  Maja Lý Johnsdóttir av Gørðum 

Maja eftir mammuni hjá John, sum eitur Marjun Harriet. Vit vistu beinanvegin í skannarinum tá vit fingu at vita at tað var ein genta at hon skuldi eita entin Maja ella Maj - tí okkum dámar tey nøvnini so væl. Hóast eg ofta havi sagt at eg ikki ætlaði at kalla upp, um tað hendi seg at vit einaferð fingu børn, so skiftu vit meining tá vit funnu útav at vit skuldu vera foreldur og byrjaðu at hugsa um nøvn.

Tað at Maja Lý eitur eftir ommu síni í Hósvík kennist sum júst tað rætta. Omman er ein megnar kvinna, so hjartagóð og altíð klár at veita eina hjálpandi hond. Hendan omman er ein OMMA við stórum, hon elskar síni ommubørn yvir alt, ger ikki mun og hevur altíð so gott tol og góða tíð við teimun. Hon er altíð góð við góðum ráðum og so dugur hon verðins best at leggja klæðir saman.

kom so afturat fyri nú tveimun vikum síðan, tí tað navnið dámdi mær so væl. Stutt, pent, føroyskt navn - sum eisini kann úttalast á enskum (Lui). Eisini kom hettar eitt sindur eftir at hava lisið ein blogg hjá Mille Emilie ( sonomaseven.dk) , um hvussu tað er eitt gott hugskot at geva børninum eitt millumnavn sum tey kunnu brúka um tað vísir seg at fleiri í klassanum/barnagarðinum eita tað sama. 

Tó havi eg síðan hon kom út verið sera freista at kalla hana Brá, av tí at tað er júst tað hon er. Meeen … Maja Lý passar perfekt til okkara lítlu røsku gentu.

IMG_9754.jpg
Flotta merkiskortið er ein gáva frá @ivi.print, ið var so fitt at senda okkum eina gávu við føroyskum merkiskortinum fyri nøkrum vikum síðan. So vit kunnu minnast aftur á tær stóru løturnar við hesum kortinum Maju Lý ‘sa fyrsta ár.