Samvitskan er ikki so heilt ring heldur av tí, at kúlurnar ikki eru tær ósunnastu. Og nú tá alt helst skal vera eitt sindur “sunnari” fyrst í árinum, so helt eg, at hetta var eitt sera góður møguleiki at koma við hesari uppskriftini!
Read MoreUppskrift upp á lekkur skons við blak - perfekt til Brunch, morgunmat, miðmálað ella bara sum ellars.
Read MoreVit hava gjørt Einhyrninga popcorn til barnagarðin - ella “ My little Póny” bomm sum lítla diddan sigur 🦄
Og fyri fyrstu ferð havi eg enntá gjørt eitt video soleiðis at tú sært hvussu vit hava gjørt.
Read MoreEg havi ikki orduliga verið í stødinum til at bakað í seinastuni, men tá vit so fingu gestir bæði í gjár og í dag, helt eg at eg heldur mátti finna upp á okkurt. Eg brúki sjálvdan nakra uppskrift tá eg baki, so tað gjørdi eg heldur ikki hesu ferð – eg átti eitt sindur av jogurt sum var við at ganga út, nakrar yvirbúnaðar bananir og alt ov nógv egg, so tað gjørdist útgangspunktið – kakan smakkaði faktist yvirraskandi væl og bleiv spugd um uppskrift beinanvegin í gjár, so eg deili hana við tykkum her eisini. Uppskriftin røkkur til tveir lítlir breyð/sandkaku formar og báar kakurnar nýtast ikki at verða akkurát líka.
Read MoreYndis kakan í løtuni er hendan lekkra “Black Magic Chocolate Cake” við lekkrum sjokoláta mousse.
Read MoreHeima hjá okkum elska vit at eta mat úr øllum matmentanum, serliga er tað indiskur og thailendskur matur, sum gagnast okkum væl.
Read MoreVit bjóðaðu spontant fólkið til døgurða í gjár, tað var egentliga ikki orduliga meiningin at gera nakað serligt nú eg akkurát eri komin heim, men bestemmaði meg so í síðstu løtu avlíkavæl.
Read MoreEg hevði føðingardag fyrr í vikuni og í tí sambandi bjóðaði eg ein lítlan drekkamunn til tey nærmastu.
Read MoreTá eg var í Keypmannahavn og vitjaði Mariu herfyri, gjørdu hon nakrar alvorliga lekkrar sunnar havragrýns pannukøkur til morgunmat.
Read MoreHvat er ein barnaføðingardagur uttan Gelé? So at siga øll børn elska tað, tað er super nemt at gera og kostar heldur ikki tað villa + at tað er gluten og lactose frítt!
Read MoreSíðsta vikuskiftið vóru eg og John á Hotel Føroyum, summi tykkara fylgdu kanska við á instagram hjá @meiraavtigoda ?
Read MoreNú havi enduliga fingið upp í lag at gjørt ársins jólakonfekt og nei tað er einki fancy, tað sær bara soleiðis út. Yvirskotið í ár er ikki av tí allar størsta, so eg valdi at gera tvey sløg sum eru skjót, nem og smakka væl – eitt til tey vaksnu og eitt til børnini. Hettar er so tað til tey vaksnu.
Read MoreHettar er tann perfekta uppskriftin til tín, sum vil virka sum ein yvirskotsmamma ella pápi, men egentliga ikki orduliga hevur tíð ella yvrskot til tess.
Read More