So sloppu vit ikki undan longur og eg sum byrjaði at halda at vit øll vóru imun 🙈 Eg fekk knappuliga hug at skriva nakrir tankar niður og blogga aftur, so her fáa tit eina hugleiðing frá mær og samstundis tekningar tit sjálvi kunnu printa út og leggja litir til.
Read MoreVit hava verið eitt romantiskt vikuskiftið í Havn, also tað vil siga, Eg & John + Maja Lý - tí hon er ikki orduliga við upp á at nakar annar enn vit hava hana enn. Aftaná eitt hart ár við alt ov ringari heilsu, óheldigum upplivingum og hópin av stress, so hildu vit tað var tíð upp á at taka eitt vikuskiftið burtur frá allari gerandis ábyrgd har heima. Vit høvdu brúk fyri at lada battartíini og finna okkum sjálvið og hvønn annan aftur.
Read MoreSo vóru vit enduliga heima, við okkara lítlu Maju Lý og tað er fantastiskt! Av hjartað takk fyri allar tykkara fittu viðmerkingar og privatu boð, tað fløvir og hevur hjálpt okkum væl ígjøgnum eina kensluborna tíð. Tað er so deiligt at kunna deila tilveruna og tankarnir við tykkum, serliga tá tað eru so nógv sum tíma at fylgja við á blogginum.
Read MoreNú hava vit verið fast inventar á Landsjúkrahúsinum í nærum 3 vikur og hóast tað sjálvandi er av eini fantastiskari orsøk, so eru vit so smátt byrjaði at troyttast og gleða okkum bara at koma heim. Ikki tí, hóast fysisku karmarnir á føðideildini eru alt annað enn góðir, so eru tað starvsfólkini sum lyfta stovnin á eitt hægri støði. Øll eru líka fitt, umhugsin og gera sítt besta til at skapað ein heimligan stemmning á deildini.
Hesin bloggur er skrivaður í samstarv við prull.fo.
Read MoreOlafsdóttir ynskir øllum sínum fylgjarum, samstarvsfelgum, kundum, familju, vinum og kenningum eini Gleðilig Jól!
Ársins jólaheilsan verður send av føðideildini á Landsjúkrahúsinum, ið hevur verið okkara heim nú í tvær vikur. Eini annaðleiðis og heilt serlig jól - tí vit hava fingið tí bestu jólagávuna
Read MoreAlso also hvat hettar kennist óveruligt, enduliga at vera blivin foreldur. Hóast vit sjálvandi vistu at tað fór at vera nakað heilt serligt, gleddu okkum ómetaliga nógv og hava verið full í kenslum upp undir tað heila - so er hettar er ein kensla, sum upp á ongan máta kann forklárast. Lítla prinsessan hevur longu fingið navn og eitur:
Read MoreSo var hon her ! Okkara pinku lítla bráa gella - góðar 6 vikur áðrenn tíð.
Lítið vistu vit tá vit fóru í song fyri júst eini viku síðan, við hópin av ætlanum fyri komandi vikuna áðrenn jól, hvussu næsta vikan kom at síggja út. Hósmorgunin endaði eg við sjúkrabili til havnar, lítla diddan vildi út og tað skuldi vera nú.
Read MoreSo er tann tíðin á árinum aftur, tíðin við jólahugna og ikki minst jóla køkum - fyri meg merkir hettar uttan yva siropskøkur. Eg elski siropskøkur, serliga tá tær eru heimabakaðar og angin er um alt húsið - TAÐ er jól fyri meg. Í ár havi eg snýtt eitt lítið sindur og gjørt deiggi í góðari tíð
Read MoreEin listi yvir alt tað eg hevði kunna tonkt mær í inniverandi mánaða, hesuferð Novembur listin.
Read MoreVit eru so smátt byrja at fyrireika okkum upp á at lítla baby kemur og hóast vit egentliga vildu blíva yvirraskaði av hvat kyn barnið er, so kláraðu vit ikki at halda okkum frá at fáa at vita tað - bæði eg og John eru sera forvitin av natúr, so tá vit fingu møguleikan at vita tað tóku vit av.
Read MoreTað er langt síðan eg havi víst tykkum okkara heim her á blogginum, so í dag havi eg tikið nakrar myndir av stovuni og blogga eitt sindur um okkara stíl. Egentliga var meiningin at hettar skuldu vera áðrenn myndir, av tí at eg í næstum ætli at gera stovuna meira hugnaliga, men veit ikki nær tað verður og hvussu eg skal gera, so tit fáa ein rundtúr í stovuni nú bara.
Read MoreEin av yndis rættinum heima hjá okkum er hesin sera lætti og vælsmakkandi pylsurætturin - av tí sama keypi eg ofta tomatsuppu upp á tilboð soleiðis at vit altíð eiga tað inni, saman við suppuhornum, ið hava fast pláss í matskápinum. Kanska ikki tann mest kreativi rætturin á matskránni, men hann riggar og verður etin upp hvørja ferð - bæði børn og vaksin elska pylsurætt við tomatsuppu.
Read MoreVit hava eitt heilt serligt loyndarmál at deila við tykkum í kvøld! Eitt loyndarmál, sum hevur verið alvorliga ringt at hildi loynuligt so leingi, men avlíkavæl hava vit líka verið noydd til at trúgva tí fyrst áðrenn restin av umheiminum fekk nakað at vita.
Read MoreSíðsta vikuskiftið fóru vit ein spontanan túr á hotel, bara vit 3. Lítla diddan hevði ongantíð verið á hotel áður og av tí at eg skuldi taka myndir á hotellinum morgunin eftir, var tað upplagt at vit bara fóru ein familjutúr.
Read MoreSnedugt hvussu vit vaksin ofta halda at tað má gerast so nógv burturúr fyri at imponera børnini, tí vit vóru bæði til Bubu og Trøllapætur, ikki ein gongd tyrlan fekk nakað stórt hurrá herfrá - men heldur hinvegin tað meira róliga og tað at geva sær stundir til eitt nú at ganga ein túr, kasta steinar og eta matpakkað tað er fantastiskt.
Read MoreTó so tað sker ein rúgva fyri tíðina, bæði privat og arbeiðsrelatera. Ár 2019 sær út til at blíva eitt spennandi ár, við hópin av avbjóðingum, dreymun og ætlanum. Hóast seinastu mánaðarnir hava sett tingini eitt sindur annaðleiðis í perspektiv, so eru vit nú klár at leypa út í tað aftur.
Hjá okkum hevur fyrsta stig verið at fingið skil upp á húsini, harímillum hevur barnakamari fingið eitt sindur av uppfrískan. Vit og lítla diddan eru í øllum førum orduliga glað fyri úrslitið
Read MoreNú veit eg ikki orduliga hvussu tað er við tykkum, men persónliga eri eg ikki typan sum havi nýggjárslyftir, fyrst og fremst av tí grund at eg aldrinn klári at halda tey - á ein ella annan hátt er tað sum um, at nýggjárslyftir bara eru til at bróta.
Í ár havi eg í staðin sett mær nøkur mál fyri árið - dreymarnir eru nógvir og fyri at teir skulu gerast veruleiki, so má eg útfordra meg sjálva eitt sindur.
Read MoreAlso eg bleiv glað í gjár tá postmaðurin kom við eini gávu til mín, einum pakkað frá The Body Shop í SMS. Vilja tit síggja hvat var í ??
Read More