Vit hava verið eitt romantiskt vikuskiftið í Havn, also tað vil siga, Eg & John + Maja Lý - tí hon er ikki orduliga við upp á at nakar annar enn vit hava hana enn. Aftaná eitt hart ár við alt ov ringari heilsu, óheldigum upplivingum og hópin av stress, so hildu vit tað var tíð upp á at taka eitt vikuskiftið burtur frá allari gerandis ábyrgd har heima. Vit høvdu brúk fyri at lada battartíini og finna okkum sjálvið og hvønn annan aftur.
Read MoreBúkurin vaksur við fullari ferð og vit eru nú farin so smátt í gongd við fyrireikingar. Vanliga plagar tað at vera John, sum er tann sum planleggur og eg taki heldur tingini sum tey koma - MEN tá tað kemur til baby er tað sum um at okkurt er komi yvir meg, eg klári ikki at bíða ella taka tingini sum tey koma, eg vil hava alt klárt sum skjótast. Serliga nú jólini koma, vil eg bara hava sum minst at hugsa um á jólum og heldur njóta jólahugnan saman við familjuni. Summi kalla tað at reiðrast ? Kanska tað er tað fasuna eg eri komin í nú ?? Kenna tit nakað til hettar ?
Read MoreVit hava eitt heilt serligt loyndarmál at deila við tykkum í kvøld! Eitt loyndarmál, sum hevur verið alvorliga ringt at hildi loynuligt so leingi, men avlíkavæl hava vit líka verið noydd til at trúgva tí fyrst áðrenn restin av umheiminum fekk nakað at vita.
Read MoreSíðsta vikuskiftið fóru vit ein spontanan túr á hotel, bara vit 3. Lítla diddan hevði ongantíð verið á hotel áður og av tí at eg skuldi taka myndir á hotellinum morgunin eftir, var tað upplagt at vit bara fóru ein familjutúr.
Read MoreNú veit eg ikki orduliga hvussu tað er við tykkum, men persónliga eri eg ikki typan sum havi nýggjárslyftir, fyrst og fremst av tí grund at eg aldrinn klári at halda tey - á ein ella annan hátt er tað sum um, at nýggjárslyftir bara eru til at bróta.
Í ár havi eg í staðin sett mær nøkur mál fyri árið - dreymarnir eru nógvir og fyri at teir skulu gerast veruleiki, so má eg útfordra meg sjálva eitt sindur.
Read MoreSíðsta vikuskiftið vóru eg og John í brúdleyp í Hósvík og vit gjørdu ikki matari enn at bookað okkum eitt airbnb neyst leygardagin og sunnudagin! Hettar vísti seg at vera eitt tað besta hugskotið vit hava havt í longri tíð, eg føldi meg mestsum sum eitt heilt nýtt menniskja aftaná at hava nýtt 2 dagar við frið, ongum húsligum arbeiði, góðum veðri og inspererandi umhvørvi.
Read MoreSum nevnt í seinasta blogg innleggi, so hava vit sett okkum nøkur mál, ið vit vilja náa í summar. Eitt av hesum, var at gera Sunnudagstúrar til eitt ting aftur – í dýrdarveðrinum í gjár avgjørdu vit at byrja hettar beinanvegin bara.
Read MoreSíðsta vikuskiftið vóru eg og John á Hotel Føroyum, summi tykkara fylgdu kanska við á instagram hjá @meiraavtigoda ?
Read More