Vit hava fingið nýggjar lampur

March 24, 2020-3.jpg

So fingu vit enduliga broytt stovuna eitt sindur. Eg havi leingi gingið og hugsa um at broyta stovuna og fáa hana meira hugnaliga, serliga við at fáa onkrar litir inn og betri ljós. Sjálvt um vit ikki eru komin heilt á mál enn og hugnakrókurin/krókurin har brenniovnurin stendur enn ikki er gjørdur - so haldi eg, at eg deili hettar við tykkum bara fyrst - tí erliga so ani eg ikki nær vit koma hartil, tann krókurin er faktist ongantíð blivin gjørdur og nú hava vit búð í húsinum í 5 ár 🙈 Hvør veit, kanska í næsta mánað?!

Tað eg havi saknað við stovuni í longri tíð, er at fáa meira hugna inn og betri ljós - tí hóast Norman lampurnar uppi yvir spýsborðinum vóru orduliga penar, so vóru tær ikki í so góðum standi av tí at fleiri greinar brotnaðu meðan vit settu tær saman + tær høvdu ikki SO gott ljós, ið eg ynskti, serliga tí tær skuggaðu nokkso nógv.

Hettar innleggi er gjørt í samstarv við Byggibúðina á Bygma Balslev.

Vit yvaðust leingi um hvørjar lampur vit so skuldu fáa okkum og hava hugt eftir ymsum í útvið einum árið nú, men tá Gunnvá úr byggibúðini á Balslev spurgdi um vit høvdu hug at gera eitt lítið samstarv um lampur og vísti okkum hesa seriuna, fullu vit beinanvegin fyri hesum IQLight skerminum í støddini Ø50.

Tú finnur hana á webshoppini hjá Balslev her : http://www.balslev.fo/ShopItem/1400/0/752744/PK og í Byggibúðini á Balslev í Hoyvík.

IQLight fæst í øllum møguligum støddum og sniðum og tað smarta er at tú byggir sjálv/ur lampurnar eftir eini vegleiðing so tú kanst egentliga velja at broyta lampuna seinni um tú heldur vilt hava eitt annað snið. Vit sótu tilsamans ein tíma og bygdu pustlispæl, ups meini samlaðu lampur - av tí at í byrjanini kann tað verða eitt sindur avbjóðandi at fáa gongd á. MEN egentliga, vita tit hvat? Tað vil siga at John sat orduliga leingi tað fyrsta kvøldið tá tann fyrsta bleiv sett saman, meðan eg kom inn í tað og setti hana saman upp á 15 minuttir aftaná Maja Lý var sovnað - eitt gott tíðsfordrív í hesum Corona tíðum.

Um tú ikki tímur at sita og byggja lampurnar so kanst tú eisini fáa eina limited edition liðugt samlaðar á Balslev.

Alt í alt so eri eg orduliga glað fyri at vit hava fingið nýggjar lampur í stovuna og eri glað fyri at vit enduliga funnu júst tær røttu til okkara. Beint nú hava vit tvær, ið eru á einum skinnara - men planurin er at keypa eina afturat til tá vit hava størri borðhald osv. í Hanusarstovu, men so mugu vit fyrst hava nýggjan skinnara, sum forrestin eisini fæst í Byggibúðini á Balslev.

Hevði tað ikki verið fyri at John arbeiður á Balslev, so hevði eg nokk ikki vita at tað er har man kann keypa lekkrar lampur, men tey hava faktist ordliga stórt úrvæl og nógv lekkurt at velja í, í Byggibúðini. So um tú gert um, byggir hús ella annað, er tað heilt sikkurt ein vitjan verd.

Um tit vilja síggja hvussu stovan sá út áðrenn, so kunnu tit bara hyggja inn á blogginnleggi her : Stovan áðrenn .

Maja Lý er serliga glað fyri nýggju lampurnar tí her kunnu vit hanga hennara fugl í og so sleppur hon eisini undan at hyggja beint upp í eina peru tá hon liggur á borðinum.

March 29, 2020-2.jpg