Gleðiboð á blogginum

IMG_9609-Edit.jpg

So var hon her ! Okkara pinku lítla bráa gella - góðar 6 vikur áðrenn tíð.

Lítið vistu vit tá vit fóru í song fyri júst eini viku síðan, við hópin av ætlanum fyri komandi vikuna áðrenn jól, hvussu næsta vikan kom at síggja út. Hósmorgunin endaði eg við sjúkrabili til havnar, lítla diddan vildi út og tað skuldi vera nú. Tíðanbetur fingu vit yvirtala hana til at bíða nakrir dagar soleiðis at hon bleiv fødd í viku 34, í staðinfyri viku 33 - tí hvør vika gerð mun tá tey eru SO lítil.

Men 17.12.2019 kl 02.25 var nokk bíða helt hon! Einans 2040 gr og 46 cm long, men heilt fantastiska røsk upp á allar mátar. Hóast hon er premature, so klárar hon seg yvir allan forvantning og vit sum vóru fyrireikaði upp á tað ringasta, kunnu nú anda út aftur og gleðast um hvussu røsk hon er.

Seinasta vikan hevur verið fylt við kenslum, stúran og ótta. Men týsnáttina blivu hesar kenslurnar skúgvaðar til síðis við gleðistárum, lætta og kærleika.

Lívið er vent á høvdið og alt tað eg skuldu náa hendan mánaðan er sett til vigs - tí restina av árinum í øllum førum vera vit at finna á landsjúkrahúsinum. Eini annaðleiðis jól, heilt sikkurt - men tað bilar ikki, tí eftir umstøðunum kunnu jólini bæði koma og fara uttan at vit leggja merki til tað akkurát nú. Okkara lítla undur er komið til verðina og hon er perfekt akkurát sum hon er - ein gáva vit ikki ein gongd tordu at ynskja okkum longur, bleiv til besta jólagávan nakrantíð.

Hettar merkir so sjálvandi eisini at eg eri farin í barsil og hóast John hevur yvirtikið uppgávurnar í sp/f Olafsdóttir, koma tingini nokk at koyra við eitt sindur lægri tempo næstu tíðina av tí at vit bæði eru innløgd her til hon er klár at koma heim.

Tíðanbetur hava vit eitt fantastiskt bakland, ið hava yvirtikið allar tær ymsu uppgávurnar hesa tíðina - onkur er blivin bóndi, onkur annar plakatpakkari, barnagentur, húshjálp og alt annað. Tey fáa eina heilt serliga tøkk, tí uttan familjuna hevði hettar verið ein nógv truplari støða at verið í <3

IMG_9633.jpg