Desembur listin

IMG_9006.jpg

So vóru vit í desembur og jólini nærkast alvorliga. Fyri meg er jólamánaðurin nakað annaðleiðis enn hann plagar, einki res, einki stress og ongar villar planir í ár 😱 Eg eri nemmuliga blivin sjúkramelda/ farin í barsil. Langt um leingi fingu tey yvirtala meg til at nú kundi eg also gott loyva mær at gevast at arbeiða - hóast tað var ímóti mínum vilja at byrja við - men alt fyri lítla baby í búkinum. Eg skal royna alt tað eg klári ikki at gera ov nógv av og helst gera minni enn planlagt hendan mánaðan. Við góðari hjálp frá John man tað fara at ganga sodan nøkurlunda ha?

Vit halda so ikki nakran av jóladøgunum her í Hanusarstovu, men eru í staðin bjóðaði at eta aðrastaðni. TAÐ er ringt! Tí vit elska at varta upp um jólini. Samstundis er hettar fyrstuferð í lívinum eg ikki skal halda jól í Æðuvík, men í staðin saman við svigerfamiljuni í Hósvík. Tað er ringt at venja seg við tankan, tí jól í Æðuvík (Jólabygdini) er nakað heilt serligt.

Í desembur ætli eg mær at:

  • At royna at ganga ein lítlan túr hvønn dag. Helst oman í fjósið og niðan aftur, soleiðis at bæði eg og hundarnir fáa ein góðan túr.

  • Hugna mær saman við familjuni, bakað siropskøkurnar (Deiggi liggur klárt í boksini) og kanska gera okkurt lekkurt konfekt av blogginum so sum: Twix , Bounty , Rocky Road og Dadlukúlur

  • Pakka hospitalstaskuna

  • Gera onkur blogginlegg klár til í næsta ár

  • Fara á Jólafrokost við sp/f Olafsdóttir

  • Fáa tær síðstu jólagávurnar ornaðar í góðari tíð

  • Hava opið hús í Hanusarstovu, har kaffi er í kannuni, okkurt gott til góman og sjálvandi plakatsøla er á skránni. Treytin er tó at John er heima eisini, soleiðis at hann fyri tað mesta tekur sær av hesum, meðan eg havi tíð at práta og svara spurningum ☺️

  • Fáa orna eygnabrýr! Kom ikki so langt í Novembur

  • Mest av øllum slappa av við beininum hægst - eg ætli ikki at lítla diddan skal koma út fyrr enn í fyrsta lagi 1. januar ;)

  • Lesa eina góða bók

  • Fara á Jólacafé

  • Njóta jólini

  • Taka eina orduliga búk portrett mynd áðrenn eg byrji at hovna og alt annað stuttligt.

  • Hyggja eftir so nógvum jólafilmun, sum eg yvirhøvur orki. Hava tit onkran góðan at viðmæla ?

Eg gleði meg til…

John fær jólaferðiu <3

Klædnaplaggið hendan mánaðan…

Allarbest tá tað bara er trussir og ein toppur ella bara ein kimono fyri at vera erlig - alt strammar og er óbehagiligt fyri tíðina 🙈🤰🏻

Eg fari at eta…

Tað sum eg troysti mær, tí matarlysturin er framvegis ikki so góður… Mest av øllum eti eg Jogurt ella hvíta faktiskt. Bróstsvigin er forferduligur summar dagar! HOPI at eg sleppi at eta dunnu/gás og ikki minst Waldorf salat jólaaftan <3

Harafturat er mín pregnancy carving byrjað! MIST sunkist við rabarbu og Jarðber er the shit <3 Og ein púra vanligur vanilju milkshake frá Magn summar dagar ;)

Eg fari at lurta eftir…

Jólatónleiki - bæði nýggjum og góðum gomlum. Alex Bærentsen er ímyndin av jólinum hjá mær, minnist á nógvar góðar løtur sum barn á jólum við Alex í útvarpinum.

Eg fari at hyggja eftir…

Jólafilmun ! Hava tit nakað gott boð?

Hendan mánaðan droymi eg um…

stadivekk at sleppa á eina orduliga date við mannium. Eg eri tilvitað um at tað er trupult nú við einum barnið og tað fer absolutt ikki at gerast nemmari at fáa tíð til okkum við einum nýføðingi afturat. Sjalvandi hava vit altíð okkara spontanu Magndates, men tað er ikki orduliga tað sama sum at kunna snolla seg upp, fara út at eta og bara hugsa um hvønn annan nakrir tímar - ongantíð betur um man so eisini sleppur at sova leingi morgunin eftir. Hvør veit um ikki jólafrokosturin er perfekta høvið til hettar ? (Eftirsum tað eru bara vit bæði í felagnum)

Eg eri takksom fyri…

At vera komin forbí viku 32 og at lítla undri nú tryggari kann koma út, uttan stórvegis trupuleikar um tað skuldi verið (hóast vit sjálvandi ikki hopa at tað verður orduliga enn). At vit hava tað so gott her í Æðuvík, við egnum húsum, øllum djórinum, tí bestu familjuni og øllum tí vit nakrantíð kundu droymt um. Eg og John tosaðu nemmuliga um tað tann eina dagin, at vit veruliga eru vælsignaði við øllum tí vit ynskja okkum og mangla einki - ein luksus trupuleiki nú tá tað kemur til jólagávur.

Eg havi tað ringt við…

At officielt vera givin at arbeiða og vera farin í Barsil 8 vikur áðrenn termin! Eg elski mítt arbeiði og mínir fittu kundar - at arbeiða heldur meg í gongd, ger meg glaða og flytur tankarnir. Tó skylji eg væl at hettar er neyðugt við teimun komplikatiónum eg havi í graviditetinum og sjálvandi geri eg alt fyri at lítla barnið skal hava tað gott <3

IMG_9429.jpg