Barnavogn ella kombivogn ?
Búkurin vaksur við fullari ferð og vit eru nú farin so smátt í gongd við fyrireikingar. Vanliga plagar tað at vera John, sum er tann sum planleggur og eg taki heldur tingini sum tey koma - MEN tá tað kemur til baby er tað sum um at okkurt er komi yvir meg, eg klári ikki at bíða ella taka tingini sum tey koma, eg vil hava alt klárt sum skjótast. Serliga nú jólini koma, vil eg bara hava sum minst at hugsa um á jólum og heldur njóta jólahugnan saman við familjuni. Summi kalla tað at reiðrast ? Kanska tað er tað fasuna eg eri komin í nú ?? Kenna tit nakað til hettar ?
Akkurát nú eru vit komin hartil at vit skulu til at finna okkum ein vogn til lítla baby - tí 1,2,3, so er januar mánaði her og tá vil eg í øllum førum vera klár. Vit hava bestemma okkum til at tað skal vera ein Odder vognur frá prull.fo - bæði tí at vit hava hoyrt fantastiska góð ummælir av Odder vognum, okkum dámar væl sniði og alt annað við teimum.
Harafturat dámar okkum sera væl at keypa frá Prull, bæði á webshoppini prull.fo og tá tey hava pop up ella í teirra show room. Vit hava altíð fingið líka gott service frá Jógvan og Anju, tey leggja seg eftir at selja vørur við høgari góðsku og seta seg væl inn í tað tey selja.
Eg var 100 % sikkur í at eg vildi hava ein kombivogn, tí tað virkaði so praktiskt og lættari enn ein barnavognur - men tá vit so vóru til Pop-Up hjá Prull herfyri og prøvaðu vanliga barnavognin og kombivognin fóru vit at yvast alvorliga.
Barnavognurin
Barnavognurin vit yvast serliga í er hesin mega lekkra Odder Vida barnavogninum. Vanliga vil eg heldur kalla meg sjálva praktiska heldur enn at fara eftir merkivørum, men aftur her hava vit valt at lítla barnið skal hava tað besta av tí besta, tá tað kemur til vogn - tí tað er jú her hon (vónandi) kemur at brúka ein stóran part av sínum gerandisdegi tað fyrstu tíðina. Vit hava longu keypt brúka song av rótikassanum og fingið hópin av aðrari brúktari barnaútgerð frá vinum og familju, so um tað er eitt ting vit gjarna vilja skal vera tað besta so er tað vognurin.
Barnavognurin er sum kunnugt størri enn ein kobivognur, tað eru vit væl vitandi um. Men harafturat hevur júst hesin vognurin 2 deilda kurv undir, snari hjól, lyktir, er gjørdur til okkara vegurlag og so kann hann lynast upp mitt í.
So er spurningurin mest um tað skal vera ein vanligur Vida ella tann nýggi Vida lux, sum er ein meira luxsus útgáva av sama vogni. Eisini haldi eg at puslitaskan sum fylgir við er fantastiska lekkur - eitt sindur av luksus skal mamman eisini hava ha ? ;)
Kombivognur
Kombivognurin hjá Odder (Odder Una) er eisini mega lekkur - mær dámar so væl tað at hann er lítil og nettur, lættur at pakkað saman og at róri kann vendast lættliga báar vegir. Eisini tað at man fær tveir vognar í einum er genialt.
Fyri meg vigaði hettar meira tá eg av byrjan tíð fór at hyggja eftir barnavogni, serliga tí at brekkan niðan úr bygdini í Æðuvík kann vera alvorliga tung við einum stórum vogni og at pakkað vognin í bilin skal helst vera lætt, serliga í tí veðurlagnum vit hava í Føroyum.
Alt í alt so klári eg seltt ikki at bestemma meg nú tá vit hava verið og prøva báðir vognarnir…
Hava tit nøkur góð ráð? Hvat fyri vogn hava tit verið glað fyri og hví ?
Tip
Prull hevur forrestin - upplatingartilboð við -20% upp á Odder vognar Týsdagin 26. Novembur, tá tey lata POPUP-handil upp í Smæruni í Tórshavn.
Annars hava tey Pop Up í døgunum 26. Nov. til 07. Des, men júst hettar tilboði er bara týsdagin.
Eg hugsaði í øllum førum at bestemma meg áðrenn týsdagin, so fara vit ein túr til Havnar at bíleggja vogn og allarhelst keypa onkrar Jólagávur á vegnum.
Sí annars meira á facebook síðuni hjá prull her: https://www.facebook.com/prull.fo/