Nú corona aftur herjar um landið, so eru vit farin aftur á gamlar gøtur. Vit hava nemmuliga fingið okkum matplan aftur, hettar fyri at sleppa undan óneyðuga nógvum innkeypum og samstundis spara vit eina rúgvu av peningi.
Read MoreSo vóru vit enduliga heima, við okkara lítlu Maju Lý og tað er fantastiskt! Av hjartað takk fyri allar tykkara fittu viðmerkingar og privatu boð, tað fløvir og hevur hjálpt okkum væl ígjøgnum eina kensluborna tíð. Tað er so deiligt at kunna deila tilveruna og tankarnir við tykkum, serliga tá tað eru so nógv sum tíma at fylgja við á blogginum.
Read MoreNú hava vit verið fast inventar á Landsjúkrahúsinum í nærum 3 vikur og hóast tað sjálvandi er av eini fantastiskari orsøk, so eru vit so smátt byrjaði at troyttast og gleða okkum bara at koma heim. Ikki tí, hóast fysisku karmarnir á føðideildini eru alt annað enn góðir, so eru tað starvsfólkini sum lyfta stovnin á eitt hægri støði. Øll eru líka fitt, umhugsin og gera sítt besta til at skapað ein heimligan stemmning á deildini.
Hesin bloggur er skrivaður í samstarv við prull.fo.
Read MoreOlafsdóttir ynskir øllum sínum fylgjarum, samstarvsfelgum, kundum, familju, vinum og kenningum eini Gleðilig Jól!
Ársins jólaheilsan verður send av føðideildini á Landsjúkrahúsinum, ið hevur verið okkara heim nú í tvær vikur. Eini annaðleiðis og heilt serlig jól - tí vit hava fingið tí bestu jólagávuna
Read MoreAlso also hvat hettar kennist óveruligt, enduliga at vera blivin foreldur. Hóast vit sjálvandi vistu at tað fór at vera nakað heilt serligt, gleddu okkum ómetaliga nógv og hava verið full í kenslum upp undir tað heila - so er hettar er ein kensla, sum upp á ongan máta kann forklárast. Lítla prinsessan hevur longu fingið navn og eitur:
Read MoreSo var hon her ! Okkara pinku lítla bráa gella - góðar 6 vikur áðrenn tíð.
Lítið vistu vit tá vit fóru í song fyri júst eini viku síðan, við hópin av ætlanum fyri komandi vikuna áðrenn jól, hvussu næsta vikan kom at síggja út. Hósmorgunin endaði eg við sjúkrabili til havnar, lítla diddan vildi út og tað skuldi vera nú.
Read MoreAlso hvat tað er løgi at hugsa sær, at eg nú eri komin í 7 mánaða (27 vikur) og harvið í 3. trimestur av graviditetinum.
Read More