Posts tagged Lívsstílur
Okkara heim : Stovan

Tað er langt síðan eg havi víst tykkum okkara heim her á blogginum, so í dag havi eg tikið nakrar myndir av stovuni og blogga eitt sindur um okkara stíl. Egentliga var meiningin at hettar skuldu vera áðrenn myndir, av tí at eg í næstum ætli at gera stovuna meira hugnaliga, men veit ikki nær tað verður og hvussu eg skal gera, so tit fáa ein rundtúr í stovuni nú bara.

Read More
Barnakamarið

Tó so tað sker ein rúgva fyri tíðina, bæði privat og arbeiðsrelatera. Ár 2019 sær út til at blíva eitt spennandi ár, við hópin av avbjóðingum, dreymun og ætlanum. Hóast seinastu mánaðarnir hava sett tingini eitt sindur annaðleiðis í perspektiv, so eru vit nú klár at leypa út í tað aftur.

Hjá okkum hevur fyrsta stig verið at fingið skil upp á húsini, harímillum hevur barnakamari fingið eitt sindur av uppfrískan. Vit og lítla diddan eru í øllum førum orduliga glað fyri úrslitið

Read More
5 mál fyri 2019

Nú veit eg ikki orduliga hvussu tað er við tykkum, men persónliga eri eg ikki typan sum havi nýggjárslyftir, fyrst og fremst av tí grund at eg aldrinn klári at halda tey - á ein ella annan hátt er tað sum um, at nýggjárslyftir bara eru til at bróta.

Í ár havi eg í staðin sett mær nøkur mál fyri árið - dreymarnir eru nógvir og fyri at teir skulu gerast veruleiki, so má eg útfordra meg sjálva eitt sindur.

Read More
Eitt konufólk í eini mannfólkaverð

So hendi tað, tað eg havi droymt um síðan eg var lítil - eg eri blivin bóndi í Æðuvík.

Í løtuni gangi eg tíðskil á bóndaskúla á Búnaðarstovuni tvey kvøld um vikuna, eg taki mær av dagliga rakstrinum á garðinum og royni sum fragast at seta meg inn í hesa nýggju tilveruna, uttan at tað kemur at ávirka alt annað nakað stórvegis.



Read More
Vælkomin til Olafsdottir.fo

Beint nú siti eg hálvklár til mína næstu myndatøku um hálvan tíma, buksurnar má eg skifta tí tær eru tað bera tannkrem og snor, eg havi oyrastingir (Helt tað vóru bara børn sum fingu tað), hári hevur fingið yvirdosis av turrshampoo og kaffi er blivi kalt. Alt sum eg burdi klára í dag, klári eg heilt sikkurt ikki - men tað er tíðanbetur aftur ein dagur í morgin og tað skal nokk ganga tað heila.

Read More