Barnakamarið

4G4A4612.jpg

Long time no see…. Av persónligum áðum havi eg ikki verið so aktiv her á blogginum sum lova í 2019 - tit fáa kanska meira um hettar ein annan dag.

Tó so tað sker ein rúgva fyri tíðina, bæði privat og arbeiðsrelatera. Ár 2019 sær út til at blíva eitt spennandi ár, við hópin av avbjóðingum, dreymun og ætlanum. Hóast seinastu mánaðarnir hava sett tingini eitt sindur annaðleiðis í perspektiv, so eru vit nú klár at leypa út í tað aftur.

Hjá okkum hevur fyrsta stig verið at fingið skil upp á húsini, harímillum hevur barnakamari fingið eitt sindur av uppfrískan. Vit og lítla diddan eru í øllum førum orduliga glað fyri úrslitið.

Av tí at hon ikki klárar so væl at tað blívur ov nógv, bæði við farvum, tingum osv. so hava vit roynt at gjørt tað so minimalistiskt sum møguligt, har pláss er fyri at goyma tingini vekk, men eisini massar av gólvpláss at spæla í. Nemt at rudd og halda við líka + eina góða, trygga song, ið fungerar næstan sum ein lítil hola.

John hevur sjálvur smíða songina og haldi hon er blivin simpultenn so flott! Heilt sikkurt tað besta við kamarinum.

4G4A4602.jpg
4G4A4614.jpg

Plakatin av Olaf, heimalambinum mátti sjálvandi upp at hanga - um tit eisini kundu hugsa tykkum eina sovarna, so kann hon keypast beinleiðis á webshoppini her: https://olafsdottir.fo/shop-all/ .

4G4A4613.jpg
4G4A4589.jpg
4G4A4604.jpg

Yndisbøkurnar eru eisini komnar upp á veggin, har vit hava gjørt nakrar einklar hyllar úr OSB. Vit hava somuleiðis roynt at gjørt ein lítlan lesi krók beint niðri undir hyllinum, men enn hava vit ikki funni júst tann rætta stólin/madrassuna til at hava í krókinum. So um tit hava nakað gott hugskot til hvat vit kundu havt her eru tit meira enn vælkomin at geva mær eitt preið.

Allir møblarnir inni í kamarinum hava vit gjørt sjálvið og var kamari forholdsvís ikki dýrt at gera. Bara við at mála alt hvítt sýnist kamari nógv størri og luftigari at vera inni í og tær smáðu detaljurnar fáa hugnan inn.

4G4A4610.jpg