5 mál fyri 2019

Vinnarir eru taparir, ið reistust of roynd einaferð aftur at-2.png

Gott nýggjár, vónandi eru tit øll komin gott inn í tað nýggja ári.

Nú veit eg ikki orduliga hvussu tað er við tykkum, men persónliga eri eg ikki typan sum havi nýggjárslyftir, fyrst og fremst av tí grund at eg aldrinn klári at halda tey - á ein ella annan hátt er tað sum um, at nýggjárslyftir bara eru til at bróta.

Í ár havi eg tó sett mær nøkur mál fyri árið - dreymarnir eru nógvir og fyri at teir skulu gerast veruleiki, so má eg útfordra meg sjálva eitt sindur. Fyri bara 2 árum síðan, hevði eg ein dreym um at starta mína egnu fyritøku , at eg í dag 2 ár eftir livi mitt í mínum táverandi dreymun, hevði eg ongantíð væntað. Sjálvandi er dreymurin ikki altíð líka nemmur og beint framm, sum man vónar - men eg kann ikki siga annað enn at eg eri vælsignað. Hart arbeiði, góður stuðul á blogginum og heima og sjálvandi teir bestu kundarnir, er orsøkin til at eg eri komin hertil sum eg eri í dag. Eg kann ikki siga tað nokk, men TAKK fyri at tit enn eru við á leiðini.

MEN dreymurin endar ikki her! Í ár havi eg sett mær uppaftur størri mál, tí mál eru bara dreymar við eini tíðarætlan.

Við íblástri frá yndis podcastinum Hashtag Authentic og yndis bloggarinum handan Local Milk havi eg avgjørt at seta mær bæði realistiskt og minni realistisk mál, mál, ið gera meg eitt sindur bangnan og mál sum gera meg glaða. Somuleiðis vil eg í ár, seta mær mál, sum geva mær betri tíð og orku til gerandisdagin, familjulív og lívið sum heild. Eg ætli mær ikki at stressa líka nógv sum í 2018, men í staðin bara taka arbeiðsuppgávur á meg, ið geva gleði á ein ella annan hátt - ikki tí tað hevði eg nú heldur ikki mangul upp á í 2018.

Somuleiðis arbeiði eg í løtuni við at gera mær sjálvum eina nágreiniliga tíðarætlan, soleiðis at hesi málini kunnu gerast lættari at yvirskoða.

Mín málsetningur og tíðarætlan fyri 2019 eru sjálvandi ikki heilt liðug enn, men eg vil fegin deila 5 av teimun við tykkum:

  1. Eg vil fegin selja fleiri plakatir út um landoddarnir, fáa fleiri forhandlarir uttanlanda og gera meira við sølu til ferðavinnuna.

  2. Byggja eitt studio/kontór/attellier + hjall uttanfyri hjá okkum, soleiðis at arbeiðslívið gerst meira atskylt frá privatlívinum.

  3. Halda workshops í Hanusarstovu, bæði innan instagram, myndatøku og øðrum kreativum - Málið er at halda minimum 6 workshops í 2019.

  4. Gera meira við heimablídni í Hanusarstovu. Seta eitt tilboð saman, gera faldarir, blogga á heimasíðuni og taka fleiri myndir.

  5. Røkka upp um 5000 fylgjarir á blogginum og náa 10.000 fyljgara markið á instagram fyri at kunna fáa swipe funktiónina.

Fyri at hesi mál skulu røkkast krevur tað sjálvandi at eg arbeiði hart og miðvíst, uttan at missa meg sjálva burtur í øllum. Tíðskil arbeiði eg nú við at gera eina tíðarætlan og hyggi eftir hvussu eg kann duga betur at betala meg burtur úr summun uppgávum í fyritøkuni, eitt nú at pakkað pakatir, bókhald og grafiskt design.

Mest av øllum, er tað tó umráðandi at eg komi “back to basics” - tað er her tit koma inn í myndina. Eg veit at eg havi verið eitt sindur fráverandi á blogginum til tíðir, hettar bæði av persónligum orsøkum, men eisini tí eg havi duga ov illa at planleggja mínar uppgávur. Í ár vil eg tó vera raskari at blogga, deila ting við tykkum á instagram og persónliga - tí kann eg longu nú upplýsa at í mars fari eg at halda eitt bloggara event her heima.

Nú er tað eg havi brúk fyri tykkara hjálp, tí um tit ikki tíma at vera við, so kann eg heldur ikki røkka mínum málum.

So hava tit nøkur ynskir til hvat tit vilja síggja meira av her á síðuni ?

Hvørjar workshops vilja tit sleppa til?

Bindiklubba heimablídni? Hevði tað verið nakað fyri tykkum ?

Vilja tit síggja meira video ? Skal eg gera live chat ?

Ella okkurt heilt annað ???

Øll boð og allar kommentarir eru vælkomnar, ikki smæðast :)

Takk fyri <3