Eg havi fingið pakkað <3
Also eg bleiv glað í gjár tá postmaðurin kom við eini gávu til mín, einum pakkað frá The Body Shop í SMS. Einum pakkað fullum av produktum frá The Body Shop, ið eg sleppi at royna næstu tíðina og tað kann eg lova tykkum at eg gleði meg til. Og vita tit hvat tey hava enntá verið so fitt at Lady og Jess eisini fingu hvør sína gávu. Eg vil fyrst av øllum nýta høvið at siga 1000 takk fyri lekkru gávuna @thebodyshop , eg blívi altíð so glað og rørd tá onkur hevur hug at geva mær eina gávu.
Tað er ikki so ofta at eg fái “bloggara gávur”, men tað er altíð líka serstakt tá eg geri og ikki minnst tá tað er frá onkrum, sum eg veruliga gangi inn fyri og hevði keypt sjálv avlíkavæl. So TAKK! Orð eru fátøk, men tað eru løtur sum hesar, ið geva mær uppaftur betri hug at blogga.
Seinastu mánaðarnir havi eg følt meg eitt sindur “blah”, tað er sum um at einki situr sum tað skal, sminkan er so sum so og húðrøkt tað er ein býur í Kina. Eg havi gott nokk nógv um oyruni fyri tíðina, men tað er eingin umskyldningur. Tí eg veit, at um eg gangi upp í meg sjálva og taki mær stundir til eitt sindur av sjálvforkelilsi, so gongur alt nógv betur upp - tí um eg føli meg gott, lukti væl og eri nøgd, so speglast tað yvir á gerandisdagin sum heild.
Eitt er so heilt sikkurt at við The Body Shop, tá fer man í øllum førum at lukta væl. Eg elski teirra sápur og krem, tí tað er nokk hettar eg havi brúkt mest av - men eg gleði meg eisini at royna alt tað lekkra eg havi fingið.
Vilja tit sleppa at síggja hvat var í pakkanum ?
Alt pent pakkað inn í ljósareyðir posar, kanska var tað meiningin at hettar vóru adventsgávur ?
Ups… Eg kom so til at opna allar í senn, tí eg bleiv so spent og tað luktaði so væl at opnað.
Eg fari næstu tíðina at prøva hettar av og njóta eitt sindur av sjálvforkelilsi, tí nú havi eg also ongan umskyldning fyri ikki at gera tað. Somuleiðis komi eg at fortelja tykkum um míni viðmæli og hvør veit, um ikki onkur av tykkum eisini sleppur at royna okkurt ?
Tit eru vælkomin at fylgja við her á blogginum, men eisini á Instagram her : https://www.instagram.com/byolafsdottir/
Psst… vistu tit annars at The Body Shop í SMS hevur nethandil, har tí bíleggur vøruna beinleiðis til dyrnar, heimasíðuna finna tit á thebodyshop.fo .
Lady og Jess fingu eisini hvør sítt turriklæð við tekstinum “ I AM AGAINST ANIMAL TESTING” , sum er eitt av kennitekninum við The Body Shop, har tey eisini leggja dent á at vørurnar eru á hægsta kvaliteti og umhvørvisvinarligar. Lady var beinanvegin klár at posera sítt og Jess’sa turriklæð, av tí at Jess hevði úr at gera, við at ansa eftir hønum uttanfyri.