Familjutíð á Hotel Føroyum

hotelforoyar.jpg

Síðsta vikuskiftið fóru vit ein spontanan túr á hotel, bara vit 3. Lítla diddan hevði ongantíð verið á hotel áður og av tí at eg skuldi taka myndir á hotellinum morgunin eftir, var tað upplagt at vit bara fóru ein familjutúr.

At byrja við hugsaðu vit at skipað fyri øllum møguligum stuttligum, kanska fara í biograf, ganga túr osv. MEN tá so sunnudagurin kom, vísti tað seg til at lítla ikki hevði ein serliga góðan dag og sovarnir dagar er best at taka tað slow, gera eitt ting í senn, ikki fara út ímillum ov nógv fólk og helst bara halda okkum til tað sum hon vil. Fyri hana var tað bara heilt fantastiskt í sær sjálvum at sleppa á hotel, so hon vildi egentliga ikki annað enn bara at vera á kamarinum saman við okkum.

Kanska vit sum foreldur duga ov illa júst hattar?! Bara at vera saman við børninium uttan at tað er neyðugt at henda tað heilt villa alla tíð. Onkuntíð hevur lítla bara tørv á at vit seta okkum niður, halda um hana, práta við hana ella bara hyggja eftir My Little Pony saman við henni - so leingi vit gera tað saman, so er hon glað.

Sjálvandi hevur man ikki altíð tíð til tað, men hendan sunnudagin høvdu vit sett av til bara familjutíð og hennara ynski var júst tað - familjutíð, uttan nakað annað. So John og hon spældu flúgvara, vit øll fjollaðu eitt sindur, hugdu eftir My Little Pony saman og so slapp hon í bað, akkurát so leingi sum hon hevði hug.

Vanligvís dámar henni orduliga væl at fara út at eta á Hvonn, men júst hendan dagin vildi hon ikki út aftur - hon vildi bara vara á hotel! So spurgd um hvat hon vildi hava at eta, fall valið á Burgara og helst bara á kamarinum, tí sum hon sjálv tók til

“Hygg, vit hava eitt borð og eg dugi væl at sita á gólvinum”

So hettar bleiv tað til… Ein hugnaligur og púra róligur sunnudagur. Lítla bað um at sleppa at sova kl 20 og tað var eisini ok - meðan John legði hana, fekk eg mær eitt deiliga heitt bað og síðan settu vit okkum bara at hyggja eftir Friends á ipaddinum inntil vit sovnaðu kl 22 🙈

Eg fór síðan tíðliga upp mánamorgun at taka myndir og so óti vit øll morgunmat saman á hotellinum áðrenn John skuldi til arbeiðis kl 8.

Eg kann lova tykkum fyri, at tað bleiv ein uppliving hjá didduni, aldrinn í lívinum hevði hon sæ SO nógv lekkurt at eta á einum stað - hon er sera matglað, so tað bleiv eitt ordans gildið hendan mánamorgunin. Eitt sindur av hvørjum og hon hevði ringt við ikki at kunna prøva ALT. Tá vit høvdu siti til borðs í næstan ein tíma, kláraðu vit also ikki at eta meira og hóast tað var við nakað av mótspæli, so vóru vit noydd til at koyra John til arbeiðis og síðan gekk leiðin norðureftir aftur.

Alt í alt ein sera hugnaligur dagur, nátt og morgun á Hotel Føroyum - við avslapping fyri allar pengarnir, men tað var eisini lekkurt. Tað sum stendur eftir hjá okkum sum foreldur er, at tað er ikki altíð at tað skal so nógv til fyri at gleða børnini og hóast tað ikki bleiv til nakar túrur suðureftir, hoppiborgir, svimjihylar osv. so hugnaðu vit okkum óført og fingu tíð saman, uttan at nakað annað trekti í okkum (órudd, uppvask, húsligt arbeiði osv.).

Tað fyrsta diddan spyr í bilinum á veg norð var “Nær kunnu vit fara á hotel aftur?” Hon hugnaði sær óført og var glað, so betri blívur tað ikki ha ?

Nær vit fara aftur ? Tað veit eg ikki heilt enn, men vit fara tað er so heilt sikkurt. At ferðast í egnum landi er nakað sum liggur okkum nær hjartanum og vit hugna okkum altíð líka nógv, tí tað eru hesar løturnar man nýtur sum familja <3