Vikuskiftishugni við familjuni

IMG_9990.jpg

Hettar farna vikuskiftið hevur evni bara verið avslapping og familjuhugni - also hvat tað er lekkurt at bara lata alt annað liggja í nakrir dagar og bara fokusera upp á júst tað, familjuna. Eitt deiligt og harliga tiltrongt vikuskiftið fari aftur um bak og eg føli meg fulla av yvirskoti í dag.

Vikuskiftið byrjaði fríggjadagin har mamma hevði bjóða okkum systkum, við familju til Klaksvíkar í summarhús. Stóra vatnkríggi var í Klaksvík fríggjakvøldið, so tað setti hol á vikuskiftið við maner - nógvir karmar, gott lag og so hugni fyri rest. Leygardagin var Sjómannadagur, ein avbera hugnaligur dagur fyri alla familjuna har alt er ókeypis - fantastiska væl fyriskipað tiltak fyri bæði børn og vaksin. Vit hugnaðu okkum óført og tíðin fleyg avstað. Hæddarpunktið hjá lítlu didduni á Sjómannadegnum var at vitja LookNorth, fáa vaflur og teirra proppa bað og so grind við róma eplum var eitt alvorligt hitt eisini.

Eg tók ikki so nógvar myndir í Klaksvík, tí fyri at vera erlig gloymdi eg tað púra burtur og hinvegin hevði eg eisini lova mær sjálvari veruliga at seta fokus á at vera nærverandi í vikuskiftinum, minimera telefon nýstlu og upp á ein ella annan hátt kemur myndatóli eisini inn her tí tað fer til tíðir við nógvari tíð. Ikki tí, eg skal ikki siga at eg var so røsk allatíð, men eg royndi og tað gekk sodan nøkurlunda.

Sunnudagin tá vit komu heim valdu vit at fara ein túr við hundinum niðan á Vøruvatn. Vit øll elska at brúka tíð uppi á vatninum og eg plagi at taka til at hettar er okkara frístaður - har vit veruliga slappa av. Hundinum dáma væl at spæla í vatninum og somuleiðis ger diddan, at gera seg vát og kasta steinar er altíð stuttligt tá man er 4 ár.

Snedugt hvussu vit vaksin ofta halda at tað má gerast so nógv burturúr fyri at imponera børnini, tí vit vóru bæði til Bubu og Trøllapætur, ikki ein gongd tyrlan fekk nakað stórt hurrá herfrá - men heldur hinvegin tað meira róliga og tað at geva sær stundir til eitt nú at ganga ein túr, kasta steinar og eta matpakkað tað er fantastiskt.

Jú gamaní, eg stressaði faktist eitt sindur tá eg kom heim og hugsaði beinanvegin um at vit burdu heldur pakkað út, sett upp á pláss, rudda, støvsuga, vaska klæðir, organisera osv., Vanliga er tað í vikuskiftinum vit orna alt tað praktiska sum verir forsømt gjøgnum vikuna, men at halda fullkomuliga frí nakrir dagar er nú eisini fantastiskt! Órudd og skitin klæðir fara ongan veg, men hinvegin tíðin hana fáa vit ikki aftur.

Tá kl bleiv gott og væl 15. kom so ein fittur drongur at spyrja eftir diddu, tey ótu breyð og síðanfóru út at spæla - so vit bæði ruddaðu, vaskaðu klæðir og høvdu enntá stundir at seta okkum at slappa av eina løtu ímeðan.

Lærdómurin hettar vikuskiftið var, at sjálvt um vit ikki stressa um alt tað sum skal gerast og enntá útseta okkurt húsligt arbeiði, so gongur verðin ikki undur - eingin kom inn og stjól óruddi, men hinvegin tók tað nógv styttri tíð at gera tað húsliga tí øll vóru glað og úthvíld. Diddan sovnaði tíðliga tí hon hevði fingið nógva fríska luft, hundarnir løgdu seg eisini at slappa av tá kvøldið kom, meðan vit bæði “gomlu” fóru í song kl 22.30 væl nøgd við eitt gott vikuskiftið. Ofta hava vit ein tendens til at gloyma familjutíð, tí vit hava so nógv annað sum bara MÁ gerast - men um vit heldur taka tíðina saman framum, so gongur restin lættari av sær sjálvum. Tað nýtist jú ikki at gerast nakað hóvasták burturúr, ofta eru tað tey lítlu tingini sum børninum dáma best - sum til dømis bara ein gongutúrur ella tað at sleppa at vísa foreldrinum hvussu væl tey duga at kasta steinar, uttan at vit sum foreldur eru upptikin av øðrum tingum.

Hvat gera tit tá tit hugna tykkum saman sum familja ?