Vit hava nakað serligt at deila við tykkum <3

H&J_preview-003.jpg

Vit hava eitt lítið loyndarmál at deila við tykkum! Eitt loyndarmál, sum hevur verið alvorliga ringt at hildi loynuligt, men avlíkavæl ikki.

Fyri at tað ikki skal vera lygn, so havi eg leingi havt eitt innlegg um infertilitet og hettar við at ikki kunna fáa børn sjálvið liggjandi - eg veit ikki heilt hví eg ikki havi tora at deilt tað, men upp á ein ella annan máta so havi eg ikki duga at avslutta tað innleggi.

Tí eg og John hava nemmuliga stríðst við júst hettar, at ikki kunna fáa børn í fleiri ár - hvat og hvussu tað hongur saman tað heila vita vit ikki við vissu, men sum læknarnir søgdu tað, so passa vit kanska bara ikki so væl saman tá tað kemur til at gera børn, so hettar kom allarhelst ikki at henda av sær sjálvum nakrantíð. Vit vóru í 2014 niðrið í Danmark í viðgerð fyri barnloysi, men heldur ikki við hjálp riggaði tað. Tá vit so gjørdust fosturforeldur seinni í 2014, valdu vit at leggja viðgerðirnar á hyllina eina tíð og seinni droppaðu vit faktist heilt tankan um at fáa fleiri børn - orsøkirnar til hettar vóru fleiri, m.a. at eg kláraði simpultenn ikki at yvirskoða eina viðgerð afturat. So vit høvdu sligi okkum til tols við, at tað at vera fosturforeldur var kanska bara okkara kall og vit føla okkum einki minni sum foreldur fyri tað um sambandi ikki er biologist, kærleikin er tann sami.

MEN so hendi tað, uttan at tað yvirhøvur var planlagt ella í okkara tonkum - vit skulu vera foreldur í Januar 2020, tí inni í búkinum goymir seg eitt lítið undur. Hóast eg siti við skannaramynd og skrivi hettar inleggi, so fái eg meg enn ikki heilt til at trúgva tí - tí tað átti jú ikki at bera til.

Vit hava verið ígjøgnum ein rusjubana av kenlsum seinastu mánaðarnir - bæði tí vit ikki heilt kundu trúgva at tað passaði, tí eg havi verið so ræðuliga illa fyri og tí at samstundis sum eg var í fyrsta trimestur, var eg eisini ígjøgnum eina skurðviðgerð og uppvenjing, uttan at vita av at tað eisini goymdi seg eitt barn aftan fyri mína ringu heilsu.

Eg eri í dag komin 21 vikur og samstundis við at búkurin veksur, so eru vit eisini vorin meira trygg við umstøðurnar og tora nú at trúgva uppá at um ikki so langa tíð sleppa vit at møta okkara lítla gullklumpi <3 Skannarin og læknar siga at alt sær gott út og at okkara lítla undur vaksur, trívist og sær út sum tað skal - Í vikuskiftinum hevur John enntá merkt tað fyrsta sparki. Heilt fantastiskt um tú spyrt okkum <3

Harriet_9.jpg