Lættur pylsurættur til alla familjuna
Ein av yndis rættinum heima hjá okkum er hesin sera lætti og vælsmakkandi pylsurætturin - av tí sama keypi eg ofta tomatsuppu upp á tilboð soleiðis at vit altíð eiga tað inni, saman við suppuhornum, ið hava fast pláss í matskápinum. Kanska ikki tann mest kreativi rætturin á matskránni, men hann riggar og verður etin upp hvørja ferð - bæði børn og vaksin elska pylsurætt við tomatsuppu.
Tú skalt brúka:
1 bræv (1 litur) av tomatsuppu
5 dl vatn
5 dl mjólk
250 gr Suppuhorn
500 gr pylsur
Rivnan ost eftir tørvi, eg brúki ofta eitt sindur av Kæsa frá Raska.
Soleiðis gert tú :
Set ovnin at hita á 180 gr luft.
Blanda tomatsuppuna, vatn, mjólk og suppuhornini og kóka til suppuhornini eru klár - rør væl ímeðan.
Sker pylsurnar í lítlar bitar og rør í grýtuna saman við tomatsuppuni.
Koyr í eitt eldfast fat og stroy síðan ostin omanyvir. Rætturin er klárur tá osturin er smeltaður.
Afturvið kanst tú rista nakrar flísar av turrum rugbreyði skori í tríkantar.
Vælgagnist <3