Okkara heim : Stovan

livingroom

Nú vit hava búð í Hanusarstovu í næstan 5 ár, kann eg siga við vissu at stovan/køkurin er avgjørt mítt yndis rúm í húsinum! Tað er her vit brúka næstan alla okkara tíð, bæði saman sum familja og eisini við gestum. Beinanvegin tá vit keyptu húsini og byrjaðu at gera í stand avgjørdu vit at stovan og køkurin skuldu vera stór rúm og næstan øll niðara hæddin av húsinum - fyri uttan ein lítil durður, wc og eitt lítið kamar á 8 fermetrar.

Hettar hava vit ikki angra eina løtu, men gerast í staðin bara glaðari og glaðari fyri tað. Tað at stovan og køkurin eru saman, men við trappum upp í stovuna , ger at rúmið bæði tykist størri og eisini virkar eitt sindur atskilt samstundis. Gott nokk hava vit verið noydd at sett eitt barnaportur upp í millum hæddirnar tí annars gerst trappan ofta til spælipláss, men hettar er sjálvandi bara fyribils meðan børnini eru smá - ætlanin er at finna eina aðra loysn, men enn hava vit ikki funni tað heilt perfekta enn.

IMG_0078.jpg
IMG_0071.jpg

Tað at stova og køkur eru eitt, gerð at um annar okkara ger mat og hin situr í stovuni, so kunnu vit avlíkavæl tosa saman og vera saman sum familja.

Vit hava valt at inrætta minimalistiskt tí okkum dámar best at tað ikki hendur ov nógv í senn. Við løttum ljósum litum so sum hvítt, træ, ljósagrønum, gráum og gull + eitt sindur av svørtum - hava vit megnað at fingið náttúruna inn í inrættingina, bæði tí litirnir eru á veggi og møblum, men eisini myndir o.a avspegla hettar.

Eg havi sjálvandi mínar egnu plakatir hangandi uppi, tí mær dámar tær væl og tær avspegla ógvuliga væl okkum og okkara lív, samstundis sum tær prýða.

Vit hava stór vindeygu báðu meðna í stovuni og eina glas hurð út á terassuna, sum alt gevur gott natúrligt ljós inn.

IMG_0060.jpg
IMG_0067.jpg
IMG_0075.jpg
IMG_0073.jpg
IMG_0062.jpg

Útsýni beint út á hav og norðoyggjar um vit hyggja norðureftir er eisini heilt fantastiskt, serliga um morgnarnar tá sólaris er.

Borið er plasera soleiðis at útsýni kann njótast meðan vit eta. Haraftuat hava vit fingið okkum eitt borð til 18 persónar, soleiðis at vit kunnu hýsa fleiri til borðs í senn - vit elska tað og kundu viðhvørt gott tonkt okkum eitt uppaftur størri borð.

Borð, stólar og sofa eru keypt í Eikini.

IMG_0063.jpg
IMG_0054.jpg
IMG_0064.jpg

SOFAN: Vit hava við vilja valt ikki at plasera møblarnir eftir hvussu sjónvarpið vendur, hettar kemst av eini eygleiðing hollendska vinkona mín hevði gjørt sær eftir at hava verið í Føroyum eina tíð - Hon helt nemmuliga at tað var sermerkt, hvussu føroyingar altíð gera sjónvarpið til miðpunktið í heiminum. Hettar spælir ofta als ikki saman við tí praktiska og hugnaliga + tað innilukkar ofta rúmið meira enn opnar tað. Tá eg hevði hugsa um hettar eina løtu, tóku vit eina avgerð at plasera sjónvarpi síðst og allir hinir møblarnir fyrst. Nú brúka vit ikki bara tíð í sofuni tá vit hyggja í sjónvarp, men hon fungerar eisini sum ein samtalukrókur og eyka pláss tá vit hava eitt nú føðingardagar osv.

IMG_0081.jpg
IMG_0082.jpg

Besta keypi seinasta ári til stovuna er tað stóra Billy skápið við glas hurðum frá Ikea - tað tekur næstan øll okkara stell, mína útgerð og meira afturat - uttan at tað heila tykist ov fult.

IMG_0055.jpg
IMG_0085.jpg

Detaljurnar í stovuni eru tó tað, sum eg stríðist mest við akkurát nú - tí eg havi hug til at gera eitt totalt make over og fáa eitt sindur meira hugna inn yvir stovuna nú veturin kemur. Her manglar okkurt haldi eg, ljós, pynt, lekkrar pútur, teppir og kanska blómur. So komandi vikurnar ætli eg mær at hugna eitt sindur meira um stovuna, men tó veit eg ikki orduliga hvussu enn ? Hava tit nakað hugskot til hvat hevði rigga væl ?