Gerandisdagurin er ikki tann sami...

preggo.jpg

Also hvat tað er løgi at hugsa sær, at eg nú eri komin í 7 mánaða (27 vikur) og harvið í 3. trimestur av graviditetinum. Tað følist sum í gjár at vit sótu við øllum hasum positivu testinum, at vit sóðu lítla baby í skannarinum fyrstu ferð og at vit ikki reiðuliga vildu trúgva tí.

Hóast tað enn er ringt at trúgva at eg havi eitt lítið undir vaksandi inni í mær, so gerst tað alsamt meira tíðuligt í tí at búkurin vaksur og baby sparkar bæði nógv og hart. Eg sjálv havi havt tað ringt við at tilpassa meg, bæði við at trúgva upp á at hettar er veruleikin og eisini fysiskt at tilpassa meg til broytingarnar, sum henda í kroppinum.

1 Trimestur :

Inntil viku 16 - 17 spýði eg sera illa og var so at siga illa fyri allatíð. Eg kláraði ikki at eta nakað serligt, luktisansurin var sum hjá einum blóðhundi og av tí sama vamlaðist eg við alt, eg fekk svimmultúrar, hitatúrar, kuldatúrar, var bangin fyri at missa barnið allatíð og helt at hóast hettar var eitt fantastiskt undur, so var tað eisini ótrúðliga strævi. Samviskan var ring, eg kláraði ikki at passa mítt arbeiði 100 % og á heimafrontinum var eg til lítla og onga nyttu - John tók tað tunga lessi og var bæði pápi og mamma hesa tíðina - Hóast eg virkuliga vildi so kláraði eg ikki nógv annað enn at gera tað absolut neyðuga.

2.Trimestur

Tær síðstu vikurnar hava verið ein heilt onnur søga, tí hóast eg enn havi verið illa fyri til tíðir, spý eitt sindur og ikki havi havt tann besta matarlystin, so havi eg alt í alt følt meg nakað betur. Tó so , so gjørdi eg tann stóra feil, at eg royndi at innheinta alt tað forsømda og gjørdií so nógv av. Hettar endaði so við tveimun túrum á føðideildini, har eg fekk sett forvantningarnir eitt sindur niður, bleiv lærd í týdninginum at slappa av í graviditetinum, lurta eftir kroppinum og bleiv biðin um at taka tað róligt.

Tað er ikki ein dansur á rósum at vera gravid, tað má eg ásanna og hendan ljósareyða boblan eg vantaði at vera í er ikki til staðar. Misskyl meg ikki - vit eru ómetaliga glað fyri at vera við barn og gleða okkum meira enn nakað annað at møta okkara lítla undri. MEN hettar er hart upp á kroppin!

Við plukkverkjum, lítið av svøvn, kvalma, stúran, ryggpínu og eksem, ið hava merkt 2. trimestur - so vanti eg mær ikki minni av teimun síðstu 3. mánaðunum.

Nú:

Uttan at koma í ov nógvar detaljur, so eru onkrar komplikatiónir í núverandi støðu, ið ikki eru alarmerandi, men nokk til at eg skal ansa eyka væl upp á.

Eg havi slakkað av við arbeiðinum og taki ikki fleiri privatar myndatøkur annað enn tær, ið eg longu havi í kalendarinum áðrenn eg havi átt. Heima hava vit vaskihjálp aðru hvørja viku, meðan John fyri tað mesta ornar vaskiklæðir og húsligt arbeiði - so nýggjasti familjulimurin er ein IRobot støvsugari. Eg geri tað eg klári og royni at halda meg í gongd, uttan at gera ov nógv. Sjálvandi hendur tað viðhvørt at eg enn geri ov nógv av og føli tað seinni um dagin, men haldi virkuliga sjálv eg eri blivin raskari.

Annað enn tær fysisku avmarkingarnar og skavankirnar, so havi eg spakuliga vant meg við tað heila. Hettar er jú bara fyribils - 9. mánaðar, har mín kroppur ikki longur er mín, er ok at geva av fyri at fáa eina fantasktiska gávu afturfyri. Eg veit! Tað er nú tit fara at siga “Heldur tú at tú fart kroppin aftur ?”…. Nei eg veit tað væl, men vit taka eitt stig í senn ha?

Eg passi næstan ongin klæðir, at shoppa er ein STÓR avbjóðing og maturin smakkar bara annaðleiðis. Hettar við at hava “Pregnancy Cravings” havi eg ikki orduliga uppliva enn - annað enn at Mist sunkist við Jarðber og rabarbu er the bomb! og tey heilt røttu súreplini viðhvørt.

Húðin og hári er heldur ikki tað sama, meðan tað ringasta akkurát nú er hesin skriðin!! Eg havi fingið eksem á hendur/føtur og hóast eg havi roynt alt møguligt fyri at tað blívir betri, so sær tað bara út til at versna. Hevur nakar av tykkum uppliva hettar undir graviditetinum ? Øll góð ráð eru vælkomin!!

Alt í alt er hettar slett ikki sum eg hevði fyristilt mær, men heldur ikki tað ringasta í verðini! Ein avbjóðing heilt avgjørt og als ikki nemt. Gerandisdagurin er ikki tann sami og tað verur hann nokk ongantíð aftur, men alt til sína tíð ha ?

Bara ein lítil update frá mær í dag. Takk fyri at tit tíma at lesa við <3

73049729_470037466937628_2211259321025560576_n.jpg