#AVGØRÐUMÁFERÐ – VIÐOY OG ÁRNAFJØRÐUR

IMG_2216-1024x683.jpg

Sum nevnt í seinasta blogg innleggi, so hava vit sett okkum nøkur mál, ið vit vilja náa í summar. Eitt av hesum, var at gera Sunnudagstúrar til eitt ting aftur – í dýrdarveðrinum í gjár avgjørdu vit at byrja hettar beinanvegin bara.

Okkum dámar væl at ferðast í egnum landi sum familja, umstøðurnar gera tað soleiðis at vit einans ferðast í Føroyum sum familja, men í staðin fyri at taka tað tungt, so velja vit at fáa tað besta burturúr.

Vit ætla okkum at fara Sunnudagstúr í øllum førðum 3 sunnudagar um mánaðin í summar og taka so nógvar bygdir í føroyum sum vit nú einaferð klára – uttan at seta nakað press á. Vit njóta løturnar júst soleiðis sum tær eru og hava ikki nakran skund, endamálið er jú at vit skulu hugna okkum saman sum familja. So onkran sunnudag, kann gott verða at vit vera her í nærumhvørvinum, men tað er eisini hugnaligt.

Hesuferð vóru vit á Viðareiði, Hvannasundi og Árnafyri.

IMG_2089-1024x683.jpg

Men allarfyrst gekk leiðin á Magn í Gøtudali at vaska bil og keypa okkum okkurt at eta. Vit hava júst fingið nýggjar felgur á bilin og tað er obinbart ein BIG DEAL, so maðurin segði at bilurin mátti vaskast so tær orduliga komu til sín rætt.

Lítla helt at tað var avbera hugnaligt at drekka sunkist og eta pylsubreyð í bønum uttanfyri Magn.

Jep pylsur frá Magn var okkara sunnudagsdøguri 🙈  – tað smakkaði væl, var deiliga nemt og tók onga tíð.

Ofta halda vit sum vaksin at tað má henda okkurt spennandi og má helst kosta eitt sindur fyri at børnini skulu hugna sær, men í veruleikanum vísir tað seg at børnini hugna sær mest tá tað ikki er planlagt. Eitt bilvask t.d. er í okkara eygum ógvuliga óinterissant, men tað má gerast – fyri børnini vísir tað seg tó at vera fantastiska spennandi og kul.

IMG_2092-1024x683.jpg
Síðan gekk leiðin biltur til Viðareiðis.

Síðan gekk leiðin biltur til Viðareiðis.

IMG_2099-1024x683.jpg
IMG_2094-1024x683.jpg
IMG_2098-768x1152.jpg

Vit parkeraðu bilin uttan fyri kirkjuna og gingu síðan túr, funnu eitt spælipláss á vegnum og vóru har eina góða løtu.

IMG_2207-1024x683.jpg
IMG_2164-1024x683.jpg
IMG_2227-768x1152.jpg

Gingu síðan eitt sindur l0ngri, funnu síl í ánni og eina stóra fløtu við sóljum, so vit settu okkum har eina løtu og gjørdu blómukrans, heintaðu blomstur og tóku nakrar myndir. Viðareiði er ein heilt fantastiska vøkur bygd við flottum útsýni og hópin av náttúrulívið, har er sera barnavinarligt og enntá ein kiosk/matstova.

IMG_2238-1024x683.jpg
IMG_2263-768x1152.jpg
IMG_2272-1024x683.jpg

Vit sóðu bæði síl og nýklæktir dunnungar í ánni, ross á beiti og hoyrdu eisini neyt belja. Kastaðu steinar í ánna leingi og fleiri staðni – Alt ting sum eru ótrúðliga imponerandi tá man er barn.  Vit góðu okkum góða tíð at njóta dagin og ikki minnst veðrið, tí egentliga høvdu vit bara planlagt at fari til Viðareiðis og onga aðra staðni.

IMG_2284-1024x683.jpg

Men ein fittur fylgjari á blogginum kom við tí hugskoti at vit kundu vitja lokalu cafeirnar har vit vóru, har ímillum bleiv cafe Old School á Hvannasundi nevnd, so vit gjørdu av at royna hana. Ein simpultenn so hugnalig, fitt lítil cafe, við góðum úrvælið og ikki minst vælsmakkandi heimagjørdum summardrykki við rabarbum. Avgjørt ein vitjan verd. Cafein er inni í gamla skúlanum og tað stendur Cafe Old School á húsinum, tú sært tað tá tú koyrir eitt sindur inn í bygdinia, stutt aftaná har Ritan leggur at.

IMG_2281.jpg
IMG_2278-1024x683.jpg

Eisini selja tey ymiskt heimavirkað í hugnaligu cafeini, eg keypti mær ein fittan glas ring.

IMG_2292-1024x683.jpg

Tá vit so vóru á veg heim aftur, gjørdu vit av at koyra ein lítlan biltúr inn í bygdina Árnafjørð. Veðrið har var av tí allar fagrasta, heitt og eingin vindur – børn og vaksin hugnaðu sær á sandinum og í sjónum. So vit steðgaðu bara bilinum, tóku okkum blandabomm, kips, kaffi og leikur við oman á sandin. Vit høvdu pakkað onkrar sand leikur og eyka klæðir við, tí tað er altíð eitt gott hugskot tá man hevur børn við útferð. So lítla hugnaði sær í sandinum, meðan vit drukku ein kaffimun. Eisini fóru vit at vassa eina løtu. Árnafjørður er heilt ótrtúðliga hugnalig bygd, við einum lekkrum sandi og jollum sum børnini sylgdu í.

IMG_2296-1024x683.jpg
IMG_2298-1024x683.jpg

Alt í alt ein fantastiskur sunnudagur ! Eg vil avgjørt viðmæla øllum at gera fleiri sunnudagstúrar, tí tað er simpultenn so gott fyri bæði familjulív, børnini, forholdi, sál og sinn. Vit búgva í einum av flottastu londinum í heiminum, so hví ikki njóta tað vit hava her ?

Tað pjøvist egentliga heldur ikki stórvegis fyrireiking : Vit høvdu bara eina kannu av kaffi, skiftiklæðir til lítlu, handklæ, nakrar fáar útileikur og síðan steðgaðu vit bara á og keyptu okkurt smávegis at hugna okkum við

.Vit ætla okkum túr aftur næsta sunnudag, men hvar til ?