HEIMAGJØRT GELÉ

IMG_4263.jpg

Hvat er ein barnaføðingardagur uttan Gelé? So at siga øll børn elska tað, tað er super nemt at gera og kostar heldur ikki tað villa + at tað er gluten og lactose frítt!

Her fært tú uppskriftina:

  • 12 dl kóka vatn

  • 3 dl lesk saft

  • 15 husblads

Soleiðis gert tú:

Kóka vatn og stoyt tað direkta í eina skál, koyr husbladsi í og rør væl við einum pískirísið til tað er upployst. Koyr síðan saftina í og rør eitt sindur í. Set í køliskápið nakrar tímar inntil tað er stívt.

Til ein føðingardag geri eg næstan altíð trý dubulta portión og plagi at gera tað kvøldið fyri.

Smakkar væl við eitt sindur av vaniljuís ella crem til.

Tip: Man kann brúka ymsir formar fyri at tað skal verða eitt sindur festligari, her havi eg brúkt eina “tax-free” gummibamsu (Man keypur gummibamsir í ílatinum á flogvøllinum) . Sá hettar í einum føðingardagi einaferð og mátti prøva – heima hjá okkum var hettar eitt alvorligt hitt – stuttligt at hava við í barnagarðin eisini.

IMG_4262.jpg