Einhyrninga popcorn

unicorn.jpg

Vit hava gjørt Einhyrninga popcorn til barnagarðin - ella “ My little Póny” bomm sum lítla diddan sigur 🦄

Sera nemt og ómakaleyst + orduliga skjótt at gera, eisini saman við børninum, tey klára mestsum at gera tað sjálv. Tað besta við hesum er, at børnini sjálvið kunnu velja hvat skal í og tað er bara fantasiurin sum setur greinsuna fyri hvat kann setast saman.

Sjálvi hava vit valgt : Popcorn ( ferdugt poppað frá Gestus), Eskimo mussar, smarties og mini smarties ( Fæst sum blandað bomm frá Magn), mini skúmgæti frá Tiger og Havre minifras

Tað hevði heilt sikkurt eisini rigga at koyrt smeltaða sjokolátu í, men av praktiskum grundum valdi eg at lata vera í hesum umfarið.

Vit gjørdu eisini eitt lítið video fyri at vísa akkurát hvussu nemt tað er :