Um okkara matvanar + Uppskrift upp á "Tað vit eiga inni" pastarætt

IMG_0088-Edit.jpg

Vit hava seinastu vikuna prøva at sett fokus á matspill her heima, fylgt betri við hvat tað er vit egentliga eta og hvat sum oftast endar hjá hønunum ella í kompost.

Eisini hava vit roynt at fylgt betri við í matpakkanu hjá lítlu didduni, vita hvat tað er henni dámar best at hava við, roynt ymiskt av og hugt eftir hvussu nógv kemur heimaftur við áðrenn hon sleppur at geva hønunum restirnar. Ikki tí, vit royna at spyrja hana, hvat hon vil hava við í matpakkan - men vit hava funni útav at ofta tá hon sjálv velur, kemur helvtin við heim aftur. Nú hava vit tikið sakina í egnar hendur og bara við at fylgja betri við í gerandisdegnum, hava vit lært eina rúgvu. Ein yvirgang var tað bara teir mest simplu matpakkarnir sum blivu etnir, livurpostei og agurk var sakin, meðan alt annað bleiv kasera. Men nú vísur tað seg til at tann kreativi matpakkin er best, eitt sindur av hvørjum og helst nógva frugt/grønt (Yay!)

Til matpakka íblástur og generell góð ráð havi eg fyngið nógva “aha” vitan við at fylgja við blogginum og serliga instagram hjá Sølvu - solva.fo og á instagram @sjjoensen . Eg kann 100 % viðmæla at fylgja við har fyri at fáa íblástur til góðar matvanar og matpakkahugskot.

Vit hava roynt í eina viku at vaska og skori frukt/ grønt niður fyrst í vikuni - so stendur tað klárt í køliskápinum um vit gerast lekkursultin, gellan vil hava okkurt í hondina og ikki minst til matpakkan.

Hjá okkum hevur tað serliga verið víndrúvur, jarðber, gularøtur, piparfrukt, agurk og mais sum hava rigga væl.

Somuleiðis hava vit roynt at eti okkurt við salat fyrst í vikuni, soleiðis at vit gerast meira motiveraði til at eta salat gjøgnum vikuna. Tí fyri at vera erlig, so eta vit alt ov lítið av salat, grønum og frukt til dagligt - ikki tí okkum ikki dámar tað, men simpultenn tí vit ikki koma hartil. Men okkara lítla verkætlan seinastu vikurnar hevur í øllum førum havt við sær at vit hava eti meira frugt og frønt. Alt stendur klárt í køliskápinum, skori niður í hvør sítt ílat - tí tað eru ikki øll sum dáma alt líka væl, so kunnu vit sjálvi blanda okkara egnu salat.

Enn havi eg ikki verið til handils hesa vikuna, annað enn at keypt tað mest neyðuga mánadagin (mjólk osv.) - tí vit høvdu faktist nokkso nógvar restir í køliskápinum frá í síðstu viku. Tó so við at eta pitabreyð mánadagin og “tøm køliskápið” pastarætt í gjár fari eg also at keypa inn í dag, havi enntá gjørt matplan og innkeypslista hesa vikuna.

Nú virki eg sikkurt orduliga sum eitt yvirskotsmenniskja, men trúgv væl, tað eri eg ikki altíð! Vit vóru bara komin til eitt punkt har broyting mátti koma í, eg havi havt alt annað enn yvirskot seinastu mánaðarnir, men hettar er ein liður í at gera gerandisdagin lættari og uppbyggja yvirskot. Tí tað sum kanska tekur eitt sindur meira tíð fyrst í vikuni sparir okkum eina rúgvu av tíð og pengum seinni í vikuni.

Hevur tú hugsa um tykkara matvanar í seinastuni ? Stríðist tú við at vera uppfinsom til døgveran ? Ella heldur tú at innkeypi gerst í so dýrt hvørja viku ?

Prøva fylg við í eina viku, bæði tá tað kemur til matvanar, matspill og matpakkar. Tað er ótrúðligt hvussu nógv man lærir bæði um seg sjálva/n og matvanar bara við at fylgja eyka væl við í eina viku. Onkuntíð eru tað bara smáar broytingar, ið skulu til og gera ein stóran mun.

IMG_0091.jpg

Uppskrift upp á “Tað vit eiga inni” pastarætt

Nåh, men nokk um okkara matvanar fyri fyrst, tit skulu fáa eina nemma og bíliga uppskrift eisini. Ein pastarættur, sum eg altíð vendi aftur til tá eg ikki havi planlagt nakað til døgvera ella bara havi hug til okkurt nemt. Tað er sera ymiskt hvat eg koyri í rættin, men høvðus innihaldið er pasta og 1 blikk av tomatum.

Hettar verður altíð væl eti heima hjá okkum, líka mikið hvussu eg geri tað. Tað er ikki altíð at eg koyri nakað kjøt í, men í dag átti eg skinkustrimlar og ein pakkað av skinku sum var við at ganga út inni, tí fór tað í hesu ferð.

Um tit ynskja meira smakk, kann man blenda ein leyk og eitt fed av hvítleyki saman við tomatinum.

Tú skalt brúka:

Pasta (Spagetti, skrúvur ella annað tú eigur inni)

1 blikk av tomatum (Hakkaðar ella annað)

Rómaost, róma ella súrróma (Eg keypi ofta rómaost upp á tilboð fyri 10 kr og eigi tað inni)

Salt og pipar

(Pesto ella rest av salsa um tú hevur tað inni)

Tomat, piparfrukt, soppar ella annað sum fillu, í gjár brúkti eg skinku og nakrar cherry tomatir.

Eitt sindur av rivnum osti (Eg plagi bara at ríva eitt sindur av ostinum eg eigi inni)

Soleiðis gert tú :

  1. Set ovnin á 200 gradir, sker cherry tomatirnar í helvt og koyr tær í eitt eldfast fat saman við eitt sindur av olivenolju, salt og pipar - set í ovinin og lat standa til pastarætturin er klárur. Hettar ger at tær blíva saftigar og fullar av smakki.

  2. Kóka pastaði til tað er gott, síla síðan tað mesta av vætuni frá, men lat áleið 2 - 3 dl verða eftir til sós.

  3. Snerk filluna á pannuni við eitt sindur av salt og pipar, blenda síðan blikkið av tomatum og koyr tað í saman við rómaostinum. Lat simra eina løtu.

  4. Koyr síðan pastaði og rivnan ost í sósina og rør saman, so er klárt at eta. Servera saman við tomatinum og eventuelt flyt ella ristaðum rugbreyði.

Vælgagnist <3