Nýggjárs heilsan úr Hanusarstovu

happynewyear

Ár 2018 hevur fyri meg verið eitt rættuliga slóðbrótandi ár, bæði persónliga og professionelt - men eisini eitt øtuliga strævi ár, við nógvum kenslum og niðurløgum.

Í ár havi eg lært at kenna meg sjálva, sett mørk, vunnið á ótta, gráti nógv, flent nógv, hugsa nógv, lært uppaftur meira, fingið nýggjar dreymar, fingið dreymar at blíva til veruleika, ferðast langt, havt spennandi arbeiðsuppgávur, fingið nýggjan blogg, nýggja webshop, nýggir forhandlarir, blivin bóndi, byrja í skúla aftur, havt nervar, havt tað stuttligt, fingið nýggjar vinir, breiðkað mín horisont, farin út um mína comfort sonu, sagt meira nei, lurta betri, tosa meira, uppbygt sambond aftur, vorin betri til at fyrigeva, tikið nøkur kilo upp á, verið stressað, verið ólukkulig, verið glað, eti nógvan góðan mat og sikkurt for nógv blandað bomm, prøva okkurt nýtt, sovi lítið, skelda for nógv, bakað ov lítið, blivin klókari, hildið lítið um meg sjálva, men eisini lært at elska meg sjálva, verið uppi á Slættaratindi fyri fyrstu ferð, ferðast sjálv fyri fyrstu ferð, sæð ein kempi eiturkopp og panikka, fingið nýggja yndis matstovu, skift makeup merki, sæð nógvar góðar seriur, ferðast nógv í egnum landi, fingið fleiri hønur, uppliva eina rúgvu og ikki minst elska nógv. Eg kundi nevnt so nógv meira, men tað havi eg ikki orduliga tíð til, tí um eina løtu fara vit til foreldrini at eta nýggjárs døgvera.

Nýttársaftan fyri meg, er síðan vit blivu foreldur eitt ógvuliga friðaligt kvøld, har vit hugna okkum eina løtu saman við familjuni og síðan fara heim at royna at fáa tí lítlu at sova . Um veðrið er til vildar á miðnátt plaga vit øll at koyra okkum ein túr niðan á myllurnar at hyggja eftir fýrverk - vit hava tveir eitt sindur bangnir hundar og eina extremt bangna gentu, so riggar ikki orduliga at vera inni í bygdini beint tá.

Komin heim aftur seta vit okkum á sofuna, drekka eitt glas av vín og hyggja eftir onkrum í sjónvarpinum inntil annar av okkum sovnar kl 00.30 ella har áleið - men haldi ikki vit kunnu klaga, tí hettar er lívið. Eitt nýttárs aftan har vit aftur kunnu vera umringaði av teimun vit elska, í okkara egnu húsum - hvat meira kann ein ynskja sær ?

At enda vil eg aftur í ár takkað TYKKUM! Tykkum sum so trúðfast fylgja mær á blogginum, dáma míni uppsløg, kommentera, senda uppmuntrandi heilsarnir, tøkk og myndir, tykkum sum á ein ella annan hátt hava keypt vørur og tænastur frá Olafsdóttir í ár og tykkum sum hava verið har ígjøgnum gott og ringt. Uttan tykkum hevði alt hettar ikki borið til og eg eri æviga takksom at eg aftur í ár havi havt eitt fantastiskt ár professionelt! TAKK!

Eg eri longu byrja at planleggja komandi ár og tit kunnu gleða tykkum, tí tað er nógv spennandi í væntu.

Í 2019 ætli eg mær at seta hol á fleiri nýggjar kapitlar í mínum lívið, m.a. er ætlanin at skipað fyri einum Olafsdóttir tiltakið, fyri øll tykkum sum hava fylgt mær í so mong ár eftir hondini, somuleiðis er ætlanin at skipað fyri verksmiðum/ Workshops her heima í Hanusarstovu og nógv annað - vónandi koma tit at taka væl ímóti mínum nýggju hugskotum, meira um hettar í januar.

Takk fyri í ár og gott nýtt ár øll somul <3