“MÆÆÆ” KAKA

2017-03-14-17.46.26-1024x819.jpg

Eg hevði føðingardag fyrr í vikuni og í tí sambandi bjóðaði eg ein lítlan drekkamunn til tey nærmastu. Tá yngsti beiggi mín so spurgdi hvat mín føðingardagskaka fór at verða, kakumaður ella ? Tá segði eg bara fyri stuttleikar at tað fór at verða ein “Bambi” kaka (Bambi er heimalambið hjá okkum.) Tað helt hann verða orduliga kul! Eg hevði faktis sæ eina nemma seyða dekoreraða kaku á bæði Instagram og Pinterest fyrr í vikuni, so eg hugsaði bara hví ikki?

So mín føðingardags kaka var ein “Bambi” lag kaka – ikki serliga glamorøst, men hinvegin sera passandi.

Fun fact: Mítt yndis djór aftaná hund sjálvandi er faktist seyður.  

 

Ein stuttlig og alvorliga nemm kaka at gerða, eg hugdi faktist bara eftir eini mynd eg fann á pinterest og so gjørdi eg kakuna eftir myndini.

Kakan sjálv er bara vanlig lagkøka við kakukrem og syltutøj ímillum og vanligum róma omaná.

Síðan er hon pynta við skúmfidusum, einum mini egg til nøs og glasur til eygu og munn.

 

Uppskriftin upp á glasurin eg brúki er :

 

flourmelis

mjólk

glukosesirop

 

(til eina so lítla mongd byrjaði eg bara við eini tsk mjólk, 1 tsk kakao og rørdi eitt sindur av flormelis í inntil tað gjørdist ein massa uttan klumpar, síðan koyrdi eg eitt sindur av glukose sirup í inntil tað gerst ein javn massa, ið er lætt at smyrja) Glukosesiroppurin gerð at glasururin ikki rennur og gerst ójavnur.

 

GG: Til oyruni koyrdi eg eitt sindur av fruktfarvu á ein tannstikk og litaði tey ljósareyð.

 

Ein skjót og imponerandi kaka til eitt nú barnaføðingardagar, eisini til tey, ið kanska ikki eru SO kreativ. Nú eri eg í øllum førum ikki tann heilt stóri kaku dekoratørurin, men hesari haldi eg at eg slapp væl frá.

 

Vælgagnist <3