Vikuskiftið!

IMG_9702.jpg

Eru vit rotin ella bara blivin vaksin ?

Fyri nøkrum árum síðani tá handlaðu vikuskiftini um at hava tað stuttligt og hugnaligt. Tað skuldi henda okkurt alla tíðirnar og eg mátti fyri alt í verðini ikki fara í song áðrenn kl var blivin 1.00 . Helst skuldu vit hava fólk til døgvera, fara út at eta, vitja fólk, í biograf, vitja tiltøk, konsertir, fáa hópin burturúr heima - helst ummøbulera ella gera okkurt kreativt, gera mat saman, bakað og alt tað, man ikki náddi mitt í viku.

Seinastu árini havi eg tó lært, at hettar ber ikki til upp á sama máta meir. Ikki tí, um vit veruliga vildu tað, so hevði tað nokk gingið, men eg havi sligi meg til tols við, at soleiðis er lívið nú einaferð. Vit eru blivin vasin!

Akkurát nú fyri tíðina, so er einki betur enn at sleppa tíðliga í song eitt leygarkvøld, hyggja eftir eini góðari seriu meðan vit eta blandað bomm. Og vita tit hvat, eg leggi einki í um tað ikki er sunt, kul ella festligt - tað er LEKKURT!

Við einum barnið sum heldur at, at sova er nakað fjas, men heldur vil spæla við vatn, syngja hart og hoppa uppi á okkum um náttina.

Við einum hektiskum gerandisdegi, við egnari fyritøku, bloggi, bóndalívið, skúla, húsarhaldið, hundum, hønum og øllum møguligum øðrum - so føli eg ikki longur at vikuskiftið eisini má hava fullan kalendara.

Um eg sleppi at sova til kl 8, eta morgunmat saman við familjuni og hava nøkurlunda ruddulig hús, so er tað eitt gott vikuskiftið!

Ongantíð betur um yvirskotið er til, at fara til okkurt tiltak, gera lekkran mat ella síggja vinfólk, men tað er ikki ovast á prioriterings listanum longur.

Tó so, hettar vikuskiftið hava vit bæði verið úti á The Tarv og eti í gjár, meðan í dag og í morgin er Býarskáði í Runavík, har Olafsdóttir er við at selja plakatir á Visit Runavík.

Í kvøld fái eg enntá vitjan av tveimun fittum vinkonum sum yvirnátta heima hjá okkum - maðurin hevur lambakjøtið klárt í ovninum til vit koma heim kl 22.00 og í morgin verir tað brunch í Hanusarstovu. Sovarin vikuskiftið eru eisini fantastisk! Faktist uppaftur betur nú, tá tað ikki er so ofta longur - vit hava lært okkum at njóta løturnar tá tær koma, men ikki streba eftir at tær MUGU vera har hvørt vikuskiftið.

Hvussu við tykkum ?

Eru tað bara vit sum eru rotin ella er tað bara soleiðis at blíva “vaksin” ?