#Magndate - Tey smáu tingini kunnu gera stóran mun

magnkaffi

Tá eg fyrst í hesum mánaðinum bjóðaði vælkomin til olafsdottir.fo, bjóðaði eg eisini vælkomin til eina uppaftur meira erliga og gjøgnumskygda útgávu av mær, ein blogg við fleiri hugsanum og brotum um gerandisdegnum, eisini tí sum ikki er so sukursøtt.

Eg helt ongantíð at eg fór at koma hertil ella rættari sagt vit - at hjúnarbandið fyri tað mesta snýr seg um at yvirliva og fáa gerandisdagin at ganga upp heldur enn at hugsa um hvønn annan, at sofan gjørdist mín besti vinur um kvøldið, meðan tað at bara sita og hyggja inn í “kassan” saman áðrenn man ferð í song er ok, tí yvirskotið er ikki til so nógv annað.

Eg veit væl, at tað er nú eg burdi sagt, at okkara forhold er perfekt og givi øll møgulig gull korn til hvussu man kann fáa hjúnarlagi at ganga upp í eina hægri eind - MEN fyri at vera erlig, so eru vit ikki nóg dugnalig at knekka koduna fyri tíðina.

Eg veit ikki um tit kenna hettar? Men tað tykist sum um at alt annað má ganga upp fyrst, áðrenn vit kunnu loyva okkum at vera hjún og njóta hvønn annan.

Við einum gerandisdegi, ið er fullar av føstum uppgávum, avtalum, óruddið, treiskum hundum, fríttgangandi hønum, uppvaski, vaskiklæðum, arbeiði, meira upptak, bóndahaldið, matgerð, rokningum, súrum sokkum, sminku sum endar í vaskinum, molum á gólvinum, hundahárum, grátið, hysteriskum anføllum, ikki nokk av svøni og alt annað sum nú bara einaferð hoyrir til, tá man er ein familja við børnum undir skúlaaldur - tá er also ikki nógv tíð til yvurs at vera par/hjún.

Hóast eg veit væl at hendan gongdin ikki er tann rætta, at gerandisdagurin nýtist ikki at vera óinterissantur og strævin - so kunnu øll detta í hesa grøvina viðhvørt og hon vísir seg at vera ótrúðliga tung at koma burturúr aftur ha?

Eg var einaferð typan, sum bleiv hálvgunn fornerma, tí foreldrini valdu at geva okkum nýggjar dýnur - hvør sína dýnu - tá vit fluttu inn í húsini. Tí tá deildu vit, trúgv tí ella ei, stadivekk eina dýnu. Vit fóru í øllum førum ikki at vera TAÐ parið, sum svav undir hvør sínari dýnu!! Nógv vatn er í øllum førum runni í ánnið síðan tá 😂 Í dag hevði eg ikki kunna verið tvær dýnur fyri uttan og má tíðanverri viðganga at í hesum førum, høvdu foreldur míni also rætt! Vit fóru heilt sikkurt at vera glað fyri tað, tí tann tíð skuldi nokk koma.

At familjulívið ikki altíð er líka ljósareytt, tað er bara ein partur av lívinum. Eisini hjá okkum.

Men eitt ting, sum vit royna at minna okkum sjálvið á, tá tað er komin for nógvur gerandisdagur yvir tað heila, er nakað so einkult sum, at tað eru tey smáu tingini, sum kunnu gera stóran mun.

Fyri okkum er tað nakað so einkult sum ein “Magndate”.

Hvat er so tað? Jú, vit leggja okkum 10 minuttir av, ein dag tá vit bæði annars eru upptikin og møtast til ein kaffimun í bilinum, á veg víðari til næstu uppgávuna. Annar okkara ferð at keypa kaffi og so møtast vit á miðuni. Hjá okkum er hettar nakað sum gevur eitt andarúm, tíð saman og vón, hóast tað bara eru 10 minuttir - tí tað eru 10 minuttir meira enn aðrar tíðir. Tað eru okkara 10 minuttir! Ein date, sum ikki kostar alla verðina, kann takast so at siga allastaðni og sum okkum báðum dámar væl.

So í gjár vóru vit á “Magndate” og hóast tað ikki fixar alt, so ger tað mun og leiðir okkum sum oftast á rætta sporið aftur