Eingin veit á morgni at siga, hvar hann á kvøldi gistir

IMG_1606.jpg

Gjárdagurin bleiv nakað nógv meira hektiskur, ræðandi og kensluborin enn ætlaður. Men tíðanbetur spældi alt væl av og vit takkað Gudið fyri at vit í nátt sleppa at sova heima øll trý og lítla barnið trygt inni í búkinum.

Eg hevði ikki følt meg so væl í nakrar dagar, verið nakað bleik, havt meira pínu enn vanligt og bløtt eitt sindur, so tá eg ringdi til læknan í gjáramorgunin og fekk boð um at koma akut inn beinanvegin bleiv eg eitt sindur nervøs - tá læknin so sendi meg beint víðari á føðideildina eftir at hava kannað meg eitt sindur gjørdist eg uppaftur meira nervøs. Fekk at vita at eg mátti fari til havnar beinanvegin og tey vóru klár at taka ímóti mær har suðurið - komin út í bilin byrjaðu tárini at trilla og ræðutankarnir fóru í gongd - var hettar tað ? Skuldu vit nú til at missa okkara lítla undur ? Eg eri jú bara komin nakað yvir 24 vikur, so lítlað barnið er ikki klárt at koma til verðina enn. Eg ringdi til John og boðaði honum frá hvussu var og hann koyrdi tí ímóti mær - tíðanbetur kannaði læknin hjartaljóði á barniðum áðrenn eg fór úr Runavík og fekk at vita at hjarta slóg gott og trygt. Tað hjálpti sjálvandi upp á støðuna, men tað var sum um at tá eg kom út í bilin og mátti til at forklára John at eg skuldi út á føðideildina fór allur logikkur frá mær. Eg græt, bæði væl og leingi í bilinum á veg til havnar - eg sum annars ikki gráti nógv og plagi at klára nokkso væl at halda høvdið kalt. Ikki fyrr enn vit vóru komin í sama bil kláraði eg at samla meg og hugsa meira rationelt aftur. Tí tá var tað mín uppgáva at sissa John, ein lívsforskrektan mann, ið ikki orduliga fekk høvd ella hala uppá tað konan hevði sagt í telefonini annað enn at hon skuldi á føðideildina og tað skuldi vera nú.

Komin til havar blivu vit møtt av dugnaligu starvsfólkunum á føðideildini, blivu leidd inn á eina føðistovu har tey beinanvegin kannaðu hjartaljóði aftur og vissaðu okkum um at hjartaljóði var orduliga gott og eg tyktist ikki at hava verkir - meðan vit bíðaðu eftir læknanum. Barnið bleiv sjálvandi kannað beinanvegin og har sá alt gott út, síðan skuldi eg ígjøgnum ymsar kanningar gjøgnum dagin og allar vístu seg at vera ok.

Men av tí at tey mettu at eg sjálv ikki virkaði heilt frísk og væl til passar, so bleiv eg innløgd á føðideildina eina nátt - tí tey vildu tryggja sær at alt var ok, áðrenn eg slapp heim aftur.

Starvsfólkini á deildini vóru øll fantastiska dugnalig og fyrikomandi, og eg føldi ongantíð at eg var til fortre ella hevði borið meg skeivt at at ringt til læknan hendan morgunin - heldur hinvegin, skuldi eg kenna meg trygga og sjálvandi fáa tað kannað um eg yvaðist ella var bangin um at okkurt var galið.

Hóast tað als ikki var partur av míni ætlan at sleppa at royndarkoyra føðideildina fyrr enn fyrst í komandi árið, so taka vit hettar sum eina uppliving. Sjálvandi er tað ikki stuttligt at enda á sjúkrahúsinum og als ikki á føðideildini áðrenn tíð, men eg má virkuliga siga at professionalistman og gestablídni á føðideildini er í top. Hóast umstøðurnar kanska ikki eru tær bestu, so megna jarðarmøðurnar virkuliga sína uppgávu til UG og hóast tað vóru nógv fólk á føðideildini í gjár/nátt so føldi man virkuliga at tær høvdu tíð at taka sær av hvørjum einstøkum. Eg eri í øllum førum púra trygg við at lata okkara lítla undur barn í teirra hendur tá tann tíðin kemur - vónandi ikki orduliga enn.

Eftir eina langa samtalu við eina jarðarmóðir í gjár og aftur eina í dag, dugi eg væl at síggja at eg kanska eri í so optemistisk viðhvørt, serliga tá tað kemur til mína egnu heilsu og støðu. Tí er tað nakað, sum eg dugi ov illa, so er tað at slappa av! Uttan at siga tað sikkurt, so er hettar allarhelst høvðus orsøkin til at eg í gjár fekk eitt “wake up call” um at eg má slakkað av, lurta eftir kroppinum áðrenn hann sigur orduliga frá og góðtaka tað at eg klári ikki alt. Vit kvinnur eru ofta soleiðis stillaðar at vit mugu vera “Super Mammur”, húsið skal skína, børnini hava kreativan matpakkað, ikki vera ov leingið í barnagarð, vit mugu gera ting saman sum familja, vaskikurvin skal helst ikki vera ov full og samstundis skulu vit hava eina karrieru við síðurnar av. Bealive me, tað er ikki altíð vit klára tað, men hjá mær spælir tað upp á samvistkuna um ikki eg í øllum førum royni.

Fyrsta part av mínum graviditeti var eg orduliga illa fyri og spýði nógv, heilt inntil eg var komin áleið 16-18 vikur. Nú tá eg havi fingið tað eitt sindur betri, havi eg í undirbevístheitini følt at eg má innheinta tað forsømda og koma upp á toppin aftur. Men í gjár segði mín kroppur frá og segði STOP! slakkað av! Til eitt punkt har eg í gjárakvøldi simpultenn føldi meg yvirkoyrda - ikki tí tað var nakað á papírininum alvorliga galið við mær, men ein máti hjá kroppinum at minna meg á at eg havi ikki bara meg sjálva at hugsa um í løtuni. Eg klári ikki tað sama sum eg havi gjørt áðrenn eg bleiv upp á vegin, soleiðis er tað bara. Vit kvinnur eru við barn í áleið 9 mánaðar, tað eru 9 mánaðar av okkara lívið, ið vit deila kroppin við eitt annað livandi menniskja. So er tað so nógv av kroppinum at forlanga at hesar 9 mánaðarnir passa vit eitt sindur eyka gott uppá okkum sjálvar og lítla undri inni í búkinum ? Nei ha?

Hví blíva vit so við at pressa? Her tosi eg nokk einamest um meg sjálva - tí eg vil klára alt, eg vil vera “góð nokk” og eg vil ikki virka “dovin”. Hettar er sjálvandi bara eg sjálv sum hugsi soleiðis um meg sjálva, tí hóast vit halda tað - so er tað also eingin annar sum hugsar at at barnakona er dovin fyri tí um hon tekur tað meira róligt tá hon er við barn.

Men tá tað so er sagt, so fari eg ikki at vera seingjarliggjandi restina av míni viðgongutíð - Eg fari at taka tað meira róligt og eg má læra meg at biða um hjálp og taka ímóti hjálp. Men eg eri ikki typan sum slappar av, við einki at gera - tá blívi eg ofta bara rastleys. Tó lovaði eg at eg í øllum førum skuldi hyggja eftir onkrari látuligari sending í sjónvarpinum ella lesa nakrar síður í eini lættari bók um dagin - har eg einki annað hugsaði um enn at liggja við beininum hægst og ikki gera peningsverk.

Eitt gott ráð eg fekk frá jarðarmóðurini var at býta dagin meira upp, arbeiða nakrir tímar, men síðan eisini taka pausu nakrir tímar. Halda tveir frídagar um vikuna (vikuskifið) og royna at halda frí um kvøldarnar. Og tá vit tosa um frí, so merkir tað eisini at eg ikki skal arbeiða á telduni ella telefonini (Tí hettar havi eg ofta tikið sum frí, hóast tað ikki veruliga er tað) .

Fyri meg er tað eisini at halda frí, at fara ein túr í hagan, hyggja til seyðin ella ganga túr við hundinum. Men aftur her babysteps - um eg ikki orki meir, má eg eisini læra at seta meg niður á ein stein og bara njóta tað frísku luftina. Eg havi tað fríheit sum sjálvstøgu vinnurekandi at eg kann taka pausur gjøgnum dagin og tað er eg sum geri av hvussu nógvir kundar eg taki inn. Tað er lættari sagt enn gjørt at seta ferðina niður á arbeiðinum, tá tað er mítt lívsverk vit tosa um. Tí satt at siga arbeiði eg næstan 24/7, tí tað er hettar eg brenni fyri. Tó hevur John yvirtikið onkur økir nú, soleiðis at tað nú er hann sum ornar alt papír arbeiði og plakatirnar.

Eg havi avgjørt ikki at taka nýggjar myndatøku kundar inn í løtuni, men komi sterkt aftur aftaná barsil í 2020 :) - Hettar tí at núverandi kundar skulu fáa góða tænastu og kvalitet.

Vit taka okkum ikki sjálvið av flettingini í ár og svigermor hevur verið so beinasom at bjóða seg framm at hjálpa til við at gera blóðpylsur og rullupylsur. Meðan fari verður á fjall leygarmorgunin, hesuferð uttan meg og við einum ansettum seyðahundi/fjallmannið uttanífrá afturat John. Vaski hjálpin aðru hvørja viku verður 100 % verandi og hvør veit um hon ikki eisini sleppur at gera “jólareint”.

Bloggurin verður sjálvandi verandi, hettar er sum sagt mín frístaður og tykkara fittu viðmerkingar eru altíð við til at gera mín dag betri <3

Fyri meg skuldi tað okkurt heilt konkret til, fyrr enn eg vaknaði og innsá at nú er tíð til at slakkað av. Men vónandi skal ikki tað sama til hjá tær, tí eg kann lova tykkum - tað er einki serliga stuttligt.

Náh nú bleiv hettar til ein av teimun heldur longu og djúpu blogg innlegginum frá mær í kvøld. Men viðhvørt er eisini gott at bara siga sum er og sleppa av við tankarnir eina løtu. Opinleiki og ærligheit, er tað sum hesin bloggurin er um fyri tað nógva og í kvøld er einki undantak.

Eg eri ikki sjúk, men eg livi fyri tvey í nærum fýra mánaðar afturat, vónandi, og tað ætli eg mær at gera sum best! Tí akkurát nú er einki meira umráðandi enn okkara lítla familja og ikki minst hendan fantastiska gávan vit hava fingið so púra óvantað <3

Bert ein ámming til okkum øll um, at tað er ikki altíð at vit hava kontrol á støðuni og vita júst hvussu morgin dagurin fer at ganga.

- Eingin veit á morgni at siga hvar hann á kvøldið gistir, plagdi langomma mín at taka til.

Og eg má geva henni rætt….

Góðanátt frá tveimun takksomun komandi foreldrum<3

72208405_451248999067926_1532523324251308032_n.jpg