Jól á olafsdottir.fo

Rita_Mockup_christmas.jpg

So er tann tíðin á árinum aftur, tíðin til jólagávur og jólahugna. Nú tað er minni enn ein mánaður eftir til jóla, so kann eg enduliga byrja at hava eitt sindur av jólahugna her á blogginum eisini.

Sum tað fyrsta havi eg gjørt av, at øll tey, ið keypa á webshoppini restina av árinum fáa ókeypis fragt + eina lítla gávu við í keypinum.

Tað einasta tit skulu gera er at skriva koduna "FREESHIPPING” áðrenn tit chekkað út / gjalda á síðuni.

Tað ber sjálvandi eisini til at fáa plakatina pakkaða inn, við at skriva tað sum viðmerking til ordran at gávan skal pakkast inn, hettar er sjálvandi eisini púra ókeypis.

Plakatirnar frá Olafsdóttir eru allar so Føroyskar sum til ber. Seyðin eigi eg sjálv, somuleiðis er tað eg sum taki myndirnar, tær verða prentaðar í Føroyum og tað vera klisturmerkini sum eru á eisini. Ein frálík gáva til onkran tú ert góð/ur við, onkran sum býr uttanlands ella bara tín sjálvs.

Bílegg beinleiðis á: https://olafsdottir.fo/shop

Eisini fari eg at hava opið hús heima hjá okkum í Æðuvík - Jólabygdini til jólar.

Fyrstu ferð vit hava opið er hettar vikuskiftið, opið verður soleiðis:


Leygardagin 1. desembur: kl 16.00 - 21.00
Sunnudagin 2. desembur: kl 14.00 - 22.00

Eisini verður møguleiki at taka jólamyndir av børninum - sí meira her: https://www.facebook.com/events/1942721792690387/

Sunnudagin kl 19.30 tendrar jólabygdin, so tað er eitt upplagt høvið at leggja leiðina framvið í Hanusarstovu - vit eiga kaffi í kannuni og okkur søtt til góman.

Eftirsum vit eru so gott í gongd, so taka vit líka eina jólakapping eisini.

Dáma síðuna hjá Olafsdóttir og frámerk ein vin undir uppslagnum, við at skriva “Jól í @Hanusarstovu, saman við ______ (navn á vini) “

Og tit eru við í kappingini um hvør sína plakat av Ritu í støddini 30x40 cm.

Annars verður nógv annað spennandi á blogginum í desembur mánaða, m.a ein pakkakalendari aftur í ár, so tað er bara at fylgja við á síðuni.