Eitt konufólk í eini mannfólkaverð

IMG_9765.jpg

So hendi tað, tað eg havi droymt um síðan eg var lítil - eg eri blivin bóndi í Æðuvík.

Tó so, tað vóru nøkur ár tá eg var tannáringur og fyrst í 20’inum, har eg aldrinn skuldi búðseta meg úti á bygd aftur og í øllum førum ikki skuldi vera bóndi. Men nú síðan eg eri blivin vaksin, hevur tankin verið meira tiltalandi aftur.

Í løtuni gangi eg tíðskil á bóndaskúla á Búnaðarstovuni tvey kvøld um vikuna, eg taki mær av dagliga rakstrinum á garðinum og royni sum fragast at seta meg inn í hesa nýggju tilveruna, uttan at tað kemur at ávirka alt annað nakað stórvegis.

Bóndagarðurin eitur 75 áseyðir, umframt tað vit hava eisini 2 seyðahundar, eina fjóskettu, 12 hønur og Olaf (Heimalambi, sum var for fitt til at enda í hjallinum) .

Fyri at vera erlig, so var tað heilt tilfeldugt at vit valdu at búðseta okkum í Æðuvík fyri nú fimm árum síðan. Eftir at hava hugt eftir húsum í Havn og høvðusstaðarøkinum í nærum eitt ár, uttan at hava funni okkara framtíðar heim, skemtaðu vit við at vit burdu bara keypt hús í Æðuvík. Tað var ein sunnudag, vit vóru boðin til døgvera heima hjá foreldrinum hjá mær og í tí vit koma inn í bygdina sigi eg til stuttleikar at vit burdu bara keypt hasi niðurfallnu húsini, vit bæði flentu eitt sindur og tað bleiv ikki hugsað meira um tað sum so. Lítið vistu vit tá, at eitt ár seinni vóru vit húsaeigarir í Æðuvík, til júst hesi húsini, sum vit høvdu flent eftir tann dagin.

At búðseta okkum úti á bygd aftur, er besta avgerðin eg havi tikið - vit elska bygdalívið í Æðuvík, tað friðsæla, stórfingnu náttúruna rundanum húsini, flottasta sólarris í heiminum, brimbardu vetrardagarnir, jólapynti, hugnan, at hava familjuna tætt hjá, fíggjarligt rásarúm og djórahaldið.

Eg havi altíð havt stóran kærleika til djór, kanska kemur hettar av at eg líka frá eg var fødd altíð havi verið umringa av djórum. Abbi mín var bóndi, so í staðin fyri at ganga í barnagarð, so gekk eg aftaná honum og passaði seyð. Tá eg so fór í skúla og lærdi rættuliga skjótt, hvat tað var at blíva happað, var tað ofta til djórini eg flíggjaði og fann friðskjól - har kundi eg vera eg, uttan at fáa ljótar viðmerkingar. Longu sum 7 ára gomul kendi eg hvørja ær í haganum og kendu tær eisni meg, langomma mín plagdi at taka til, at eitt var sikkurt og tað var at Harriet hevði eitt serligt tilknýtið við djór, sum fáur annar.

So fyri meg er bóndalívið ein nátúrlig tilgongd, ein partur av gerandis degnum og ein framtíð, sum hevur ligi í kortinum frá tí eg var fødd. Hóast eg fyri tað mesta eri einsamøll konufólk í eini mannfólka verð, bæði tá tað kemur til fjallgongu o.a., ið hoyrir hesum garðinum til - so føli eg meg ikki petti minni egnaða fyri tað. Bóndalívið er meira eitt áhugamál enn ein vinnuvegur, tað er meira stríð enn løn - tað kann ikki gerast upp í pengum ella tímun, men hinvegin so er tað ein lívsstílur sum er gevandi upp á so nógvar aðrar mátar.

Fyri mong er ímyndin av bóndalívið : Bygdasligt, tað luktar illa, strævi, snedugt og mannsligt.

Fyri meg er tað ein partur av gerandisdegnum, luktin venur man seg við og ja tað er bygdasligt, men bygdasligt er ikki eitt negativt orð. Til dagligt haldi eg so heldur ikki at eg lukti illa, eg havi eina drakt og húgvu at fara í tá eg fari oman í fjósið og sjálvandi eina brúsu heima. Um eg eri snedig, so er tað ikki TÍ eg eri bóndi, men allarhelst bara tí eg eri eg. Tað at bóndalívið primert er ein mannfólkaverð haldi eg er nakað fjas, tað er so ikki bara tí mannfólkini gera tað soleiðis, men serliga kvinnurnar, ið síggja niður á aðar kvinnur ella føla seg sæddar niður á. Men hinvegin so eri eg so heldur ikki typan sum leggi nakað í longur hvat onnur halda um meg. Størsti munurin er nokk tann, at eg sminki mær og geri hár hvønn dag og at draktin hjá mær eitur Global Funk í staðin fyri Ocean.

Eg skal ikki siga, at eg fari at dríva bóndahald upp á “góða gamla mátan” , men eg ætli mær at takað tað besta frá fortíðini, nútíðini og framtíðini og samantvinna alt hettar til nakað gott. Longu nú eri eg eitt sindur annaðleiðis við, at summir seyðir sleppa faktist at liva víðari, bara tí teir hava eina flotta útsjónd og góða persónligheit - um hettar er nakað fjas? Sikkurt í eygunum á summun, men fyri meg gevur tað meira pengar í kassan enn eitt krov í hjallinum, samstundis sum mítt bleyta hjartað hevur tað nógv betri.

Eg veit sjálvandi væl at hettar ikki er ein gond leið og at áseyðatalið má haldast innan fyri tað lógliga og tað haldi eg meg til. Tá tað so er sagt, so er framtíðin ikki bara sum “vit altíð hava gjørt”, men heldur nýhugsan, skapandi og mennandi - tað er hesum eg arbeiði út frá og tað er júst hettar sum ger tað uppaftur meira spennandi.

Her í Hanusarstovu ætla vit at bjóða bæði heimablídni og seyðamyndatøkur, vit hava eitt livandi gallarí og aðrar spennandi framtíðar ætlarnir. Hvussu kul hevði tað ikki verið, um tú kundi uppliva ein føroyskan bóndagarð við eitt nú tínum børnum ella ommu/abba børnum?

Dreymarnir eru nógvir, men fígging skal til og tað er fremst í hugaheimun í løtuni. Hvør veit, kanska vit finna onkran íleggjara sum er líka framtíðarskygdur sum vit ella vera vit bara noydd til at arbeiða harðari, men tað er eisini ok.