Vælkomin til Olafsdottir.fo

sheepportrait.jpg

Vælkomin til olafsdottir.fo - Leingi er tað, ið væl skal vera.

Tit hava kanska lagt merki til at bloggurin hevur ligi nakað stillur seinastu mánaðarnir og tað er ikki heilt uttan grundgeving. Nei eg eri ikki givin at blogga, men eg havi hinvegin stríðst eitt sindur við at finna útav hvat samlaði identiteturin hjá Olafsdóttir skal vera.

Síðan eg avgjørdi at stovna mína egnu fyritøku fyri nú næstan tveimun árum síðan, er fyritøkan bara vaksin í tilboðum og eri eg farin frá at bara selja plakatir til at gera fleiri ting, so sum :

Plakatsølu

Myndatøkur

Marknaðarførðing

Heimablídni

Fyrilestrar/skeið

Harafturat eri eg í gongd við at yvirtaka bóndagarðin hjá foreldrinum, hettar inniber at eg eri farin aftur á skúlabonk tvey kvøld um vikuna - bóndaskúla. So tú kanst sagtans siga at eg havi nógv jørn í eldinum.

Avbjóðingin hevur tí verið og er framvegis at fáa alt at ganga upp í eina hægri eind. Eg elski framvegis at vera mín egni stjóri, men má erliga viðganga at eg arbeiði so at siga altíð - ikki tí tað er nakað galið í tí, tvørturímóti, tí eg elski at arbeiða og mítt arbeiði er jú tað sum upprunaliga vær mítt frítíðarítriv.

MEN tá eg somuleiðis eri kona og mamma, má eg minnast til at halda familjutíð - Tað er hettar sum eg ikki havi verið so góð til og havi tíðskil brúkt nógv av summarinum upp á at finna eina balansu, samstundis sum eg lat heimasíðugerð til eina aðra fyritøku. Summari hevur verið brúkt til arbeiði, men eisini sjálvransakan - tí eg vil sjálvandi vera tann besta versónin av mær sjálvari hvønn dag. Eisini teir dagar har vit ikki sova um náttina, tá støvsugarin ikki riggar og vaskiklæðini eru um ein háls, viðhvørt tekur gerandisdagurin yvirhond, men tað ger hann hjá okkum øllum ikki so ?

Beint nú siti eg hálvklár til mína næstu myndatøku um hálvan tíma, buksurnar má eg skifta tí tær eru tað bera tannkrem og snor, eg havi oyrastingir (Helt tað vóru bara børn sum fingu tað), hári hevur fingið yvirdosis av turrshampoo og kaffi er blivi kalt. Alt sum eg burdi klára í dag, klári eg heilt sikkurt ikki - men tað er tíðanbetur aftur ein dagur í morgin og tað skal nokk ganga tað heila.

Nú er heimasíðan so enduliga klár, við .fo enntá - Eisini er webshoppin flutt á hesa síðuna og ber nú til at gjalda við gjaldskortið á síðuni. Eg sendi framvegis kring allan heimin og eru plakatirnar og postkortini øll prentaði í Føroyum.

Bara ein lítil lívs updatering frá mær úr Æðuvík, vónandi taka tit líka væl ímóti olafsdottir.fo, sum fyrrverandi síðum. Tit fittu fylgjarir eru uttan yva orsøkin til at eg í dag eri komin so langt sum eg eri og eri eg tykkum eviga takksom <3

Bloggurin verður framyvir ein meira yvirskipa og persónlig frágreiðing úr mínum egna lívið - enn gerandisgleðir, men nokk eisini okkurt meira.

Tit eru sjálvandi altíð vælkomin við uppskotum og spurningum, entin her á blogginum, við at senda ein teldupost ella eini boð á facebook/instagram.

x

Harriet, Olafsdóttir