Adentskalendarin lúka 2 - Einstakt

IMG_6509-2.jpg

So var tíð til lúku nummar tvey í adventskalendarinum hjá Olafsdóttir í ár. Hesuferð er vinningurin frá mínum yndis klædna merki Einstakt - eisini kent sum Soul Made. Vinningurin er 2x gávukort á 400 kr, eitt til tín og eitt til onkran tú ert góð/ur við.

Einstakt er eitt føroyskt klædnamerki, við Beintu Poulsen sum designara. Handilin Soul Made liggur á Tróndargøtu 29 í Havn, men eisini hava tey eina lekkra webshop á einstakt.com .

Ikki bara er hettar mítt yndis merkið, men eisini er handilin í Tróndargøtu altíð eina vitjan verd, við fittum starvsfólkum, lekkrum klæðum og tilhoyri - Bæði skógvar, smykkur, sokkar og ljós.

Hevur tú hug at gerast heldigi vinnarin av gávukortinum so er at fylgja við her:

  1. Dáma síðurnar hjá Olafsdóttir og Einstakt á Facebook

  2. Viðmerk undir uppslagnum, hvønn tú vilt deila vinningin við.

Vinnarin seinast gjørdist Judith Johannessen, ið ynskti at deila vinningin við Rebekku Hansen. Vinnarin hevur fingið beinleiðis boð.

Vinnarin verður funnin fyrst í næstu viku og fær beinleiðis boð.

(Vinningurin má heintast í handlinum hjá í Tróndargøtu 29, um ikki onnur avtala er gjørd.)

Góða eydnu.